Mursi slakar

Egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, hevur nú kunngjørt, at hann hevur gjørt av at ógilda fráboðanina, sum gav forsetaembætinum størri vald, og sum hevur elvt til ógvuslig mótmæli um alt landið.

Franska tíðindastovan AFP skrivar frá stjórnartalsmanninum Selim al-Awa, at forsetin samstundis hevur givið andstøðuni møguleikar at koma við broytingaruppskotum til grundlógaruppskotið, sum tann muslimski meirilutin í grundlógartinginum hevur orðað, og sum andstøðan hevur kravt broytingar í.

Sambært tíðindunum heldur forsetin hinvegin fast um, at fólkaatkvøðan um grundlógina verður tann 15. desember sum fyrr fráboðað, hóast andstøðan vil hava hana útsetta.

Tað er ikki greitt, um avgerðin hjá Mohamed Mursi, forseta fer at sissa mótmælisfólkið.