Mursi mælti til frið

Í einari sjónvarpsrøðu í gjárkvøldið mælti egyptiski forsetin, Mohamed Mursi, fólki til at binda frið. Hann segði, at hann viðurkennir rættin hjá fólki at siga sína hugsan og at gera vart við sína misnøgd, men at hann fer ongantíð at góðtaka dráp og herverk.

Sjey fólk doyðu í samanbrestum í Kairo gjáranmáttina, og meiri enn 700 fingu skaða.

Egyptar í tíggjutúsundatali hava mótmælt, at Mursi hevur víðkað sítt vald, men í røðuni í gjárkvøldið segði forsetin, at hann fer at lata hetta valdið frá sær, tá fólkaatkvøða hevur verið um ta nýggju grundlógina um eina viku.

Beint aftan á sjónvarpsrøðuna hjá forsetanum settu umleið 200 mótmælisfólk eld á høvuðsstøðina hjá Muslimska Bróðurskapinum í Kairo. Eldurin varð kortini skjótt sløktur.