Murray meistari í Wimbledon

Sigurin var sannførandi, tá ið skotin Andy Murray á heimavølli og fyri aðru ferð vann finaluna í kendastu tenniskappingini av øllum

Fríggjadagin servaði kanadiski Milos Raonic seg í finaluna í Wimbledon, tá ið hann vann á sveisisku legenduni Roger Federer. Vegurin hjá Murray var væl fittligari, og tí var spenningur um, hvussu tað í dag fór at spæla av hjá Andy Murray, sum eigur ógvuliga stóran stuðul í Bretlandi.

 

Óvissan snúði seg um, hvussu tað fór at roynast hjá Murray at taka ímóti øgiligu servunum hjá kanadiska mótstøðumanninum. Tað vísti seg at ganga væl, og harvið var besta vápnið tikið frá mótstøðumanninum.

Murray servaði væl, og saman við venjaranum, fyrrverandi stórspælaranum Ivan Lendl, hevði hann lisið væl upp á, hvussu mótstøðumaðurin spælir.

Fagnaðurin var stórur, tá ið Murray vann fyrsta settið 6-4. Í øðrum setti var neyðugt við tiebreakara. Tað átti at verið Raonic við øgiligu servunum til fyrimunar. Men tað vísti seg, at Murray hevði tamt mótstøðumannin, vann settið 7-6 og so var støðan 2-0.

 

Í triðja setti endurtók søgan frá øðrum setti seg. Tað var aftur neyðugt við tiebreakara, og aftur vann Murray, og hesa ferð var tað uppaftur meiri sannførandi. Hann legði seg framum 5-0 og vann settið 7-6 og harvið finaluna 3-0.

 

Hetta er aðru ferð, at Andy Murray vinnur Wimbledon. Fyrra ferðin var í 2013.

 

Fyri alt Bretland kendist sigurin søtur. Eftir at tað gekk minni væl í EM kappingini í fótbólti og eftir úrslitið í fólkaatkvøðuni um ES limaskapin er fagnaðurin stórur, og Andy Murray, sum er ættaður úr Glasgow, sigst eiga leiklut sum tjóðarhetja – ikki bara í Skotlandi men eisini í Onglandi, Wales og Norðurírlandi.