Murdoch styðjar McCain

Tann kendi fjølmiðlakongurin Rubert Murdoch verður endurgivin fyri at hava sagt, at hann vildi heldur hava Barrack Obama til forseta heldur enn Hillary Clinton, tí hann seldi fleiri bløð, tá Obama var umrøðuevni í bløðunum.

Men New York Post, sum er eitt av bløðunum hjá fjølmiðlakonginum og tað týdningarmesta av bløðum hansara í USA, at tað mælir amerikanarum til at velja John McCain til forseta. Blaðið rósar McCain fyri at hava valt Sarah Palin til varaforsetaevni, og sambært blaðnum er tað serliga trygdar-, skatta-, vinnu- og orkupolitikkurin hjá McCain og Palin, sum amerikanarar eiga at velja.