Fjølmiðlakongurin Rupert Murdoch hevur mist 37 milliardir krónur teir seinastu tríggjar mánaðirnar Tað sæst í roknskapinum fyri seinasta ársfjórðingin, sum fyritøka hansara, News Corp, júst hevur almannakunngjørt.
News Corp eigur millum annað bløðini The Times í London og Wall Street Journal í USA, sjónvarpsstøðirnar Sky og Fox og My Space á alnótini.
News Corp sigur, at fyritøkan fer at siga fólk úr starvi, men nevnir tó einki tal.









