Munurin var ikki stórur

- Leikliga var munurin á liðnum ikki stórur. Teir komu fram til møguleikarnir og tóku av, meðan vit høvdu lítið at bjóða í framrættaða spælinum.

Orðini eigur Niclas Niclasen, verjuleikari hjá Víkingi. Klaksvíkingurin tóktist ikki serliga vónbrotin eftir dystin, hóast greiðan ósigur.

- Vit fáa eisini trý mál ímóti okkum, og í so máta hevði B36 uppiborið sigurin. Leikliga stóðu vit tó einki aftanfyri, sigur Niclas Niclasen.

Klaksvíkingurin í Víkingi noyddist at lata seg skifta út miðskeiðis í seinna hálvleiki. Orsøkin var ein lítil skaði, men hann staðfestir, at hann væntandi verður til venjingarnar í vikuni.