- Hetta var ein javnur dystur, men eg vil siga, at munurin var tann, at vit skoraðu. Vit høvdu eisini yvirtakið á spælinum, men kanska tú kanst siga, at vit vóru hepnir. Eg plagi jú ikki at skalla mál, segði ein flennandi sigursharri, Hanus Thorleifsson, sum tó álvarsligari legði afturat, at innleggið frá Alex dos Santos var fantastiskt.
B36 vísti ikki nakað stórspæl í gjár, og Hanus saknar framvegis okkurt.
- Vit mugu vera neyvari, tá ið vit koma heilt fram á vøllin. Vit eru øgiliga ofta langt frammi, men ofta vantar seinasta avleveringin. Eitt sindur meiri konsentratión, so koma fleiri mál. Vit hava jú avgjørt leikararnir til tað, segði Hanus.
- Eitt lið sum B36 fer altíð eftir Føroyameistaraheitinum, og vit fara framvegis eftir at liggja so ovarliga sum tilber, segði Hanus Thorleifsson at enda.