Tær seinastu meiningakanningarnar í USA vísa, at tað styttist ímillum republikanararnar og demokratarnar nú fýra vikur undan miðvalinum, sum verður tann 2. november. Tá skulu amerikanararnir velja ein triðing av Senatinum og alt Umboðsmannatingið.
Kanningar higartil hava bent á, at republikanararnir fóru at vinna ein rættiliga greiðan sigur. Men ein kanning hjá Washington Post og AP vísir, at munurin millum flokkarnar minkar í hvørjum, nú valdagurin nærkast. Republikanararnir eru tó framvegis frammanfyri við 49 prosentum, meðan demokratarnir fáa 43 prosent.
Halda hesi tølini á valdegnum, fáa republikanararnir meiriluta í Senatinum. Harafturímóti varðveita demokratarnir meirilutan í Umboðsmannatinginum, hóast hann verður minni enn hann er nú.