Munurin minkar í Svøríki

Í Svøríki benda tvær nýggjar meiningakanningar á, at ríkisdagsvalið í morgin verður meiri spennandi, at undanfarnar kanningar hava boðað frá. Felags fyri báðar kanningarnar er, at Sosialdemokratarnir og Umhvørvisflokkurin fáa størri undirtøku, meðan hinir flokkarnir missa veljarar.

Ein kanning, sum Sifo-stovnurin hevur gjørt fyri Svenska Dagbladet og Göteborgs-Posten, vísir, at undirtøkan hjá Umhvørvisflokkinum er vaksin 2,6 prosent, samstundis sum tann borgarligi Fólkaflokkurin hevur mist tvey prosentstig.

Kanningin gevur kortini samgonguni hjá Fredrik Reinfeldt 183 tinglimir og teirri reyðgrønu andstøðuni 166. Kanningin vísir, at 10,2 prosent av veljarunum hava ikki tikið støðu, hvønn tey fara at velja í morgin.