Hesi seinastu árini er munurin ímillum rík og fátøk í Føroyum øktur eitt sindur. Tað staðfestur Hagstovan í eini nýggjari uppgerð yvir stættarmunin í Føroyum.
Í hesum arbeiði hevur Hagstovan gjørt støðuna upp eftir altjóða leisti, soleiðis at Føroyar kunnu samanberast við onnur lond.
Tískil hevur hagstovan bæði roknað seg fram til Gini-talið fyri Føroyar og tað, tey kalla fimtapartslutfall.
Í hesum útrokningunum brúkar Hagstovan javnvirðisinntøkuna hjá fólki. Í stuttum er tað inntøkan, eitt húski hevur eftir til nýtslu, tá ið skatturin er goldin. Inntøkan hjá húskinum sigur meiri um, teir nýtslumøguleikar eitt húski hevur, enn inntøkan hjá tí einstaka. Eitt stórt húski má hava størri inntøku tilsamans enn eitt lítið húski, tí tað kostar meiri at uppihalda einum stórum húski. Men samstundis eru eisini fyrimunir í einum stórum húski, tí eitt húski við fimm fólkum skal ikki rinda olju, streym, hvítvørur, og annað, fimm ferðir.
Tá ið fimtapartslutfalliðverður roknað út, verða borgararnir býttir í fimm líka stórar partar eftir javnvirðisinntøkuni. Síðani verður roknað út, hvussu stóran part av javnvirðisinntøkuni ríkasti fimitparturin ræður yvir samanborðið við tann fátækasta fimtapartin.
Í 2016 var tann ríkasti fimtiparturin í Føroyum, 3,1 ferðir ríkari enn fátækasti fimtiparturin. Hetta talið hevur verið rættiliga støðugt seinastu árini, tí tað er vaksið 0,4 síðani 2009, tá ið tað varð roknað út á fyrsta sinni og tá var tað 2,7.
Gini - talið er eitt annað mát fyri, hvussu javnvirðisinntøkurnar í samfelagnum eru býttar. Hava øll líka stóra inntøku, er gini-talið null, og hevur eitt húski alla inntøkuna er talið 100. Í Føroyum var gini-talið 22,8 í 2016, men tað er vaksið javnt og samt síðani í 2009, tí tá var tað 19,3.
Hagstovan sigur, at bæði tá ið fimtapartslutfallið og gini-talið verður roknað út, hava Føroyar í tí lægsta endanum, samanborið verður við okkara grannalond. Og tað ger samstundis Føroya til tað landið í heiminum, har eina minst munur er á teimum ríkastu og teimum fátækastu.
Talið í Føroyum er umleið tað sama sum í Íslandi, men Danmark er tað landið, har munurin ímillum rík og fátøk er størstur, har var gini-talið 28,9 í 2016 og fimtapartslutfallið var 4,5.
Samanumtikið er tað soleiðis, at jú longri ein flytur seg burtur frá noðrurlondunum, jú hægri verður ójavnin, sigur Hagstovan.