Í november var árstíðarjavnaða fulltíðararbeiðsloysið 2,5%. Eftir kyni var tað 2,3% hjá monnum og 2,9% hjá kvinnum. Hetta er lægsta arbeiðsloysi í árinum, har tað hevur sveiggjað millum 2,7 og 3,0%. Í tali vóru tað tilsamans 707 persónar, 35 fleiri kvinnur enn menn. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Myndin omanfyri vísir gongdina í arbeiðsloysinum síðstu tíggju árini, eins og sjónliga munin millum talið av skrásettum arbeiðsleysum persónum, persónar umroknaðir til fulltíð og so árstíðarjavnað tal av fulltíðararbeiðsleysum. Aftast í hesi grein er ein lýsing av hesum hugtøkum.
Samstundis sum arbeiðsloysið er nógv minkað síðstu árini, er munurin í arbeiðsloysi millum kynini eisini minkaður. Fyri tveimum árum síðani vóru tað um 200 fleiri kvinnur arbeiðsleysar enn menn, fyri einum ári síðani var munurin um 80 fleiri kvinnur og er nú aftur minkaður heilt niður í 35.
Meðan arbeiðsloysið fyri øll tilsamans er 2,5%, er tað størst í aldursbólkinum 25-34 ár við 3,9%. Men her er eisini nógv størsti munur millum kynini, tí hjá kvinnum er tað við 5,2% næstan dupult so stórt sum hjá monnum við 2,9%.
Minst er arbeiðsloysið hjá teim 45-54 ára gomlu við 1,9%, tað er ávikavist 1,7% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum. Við 2,4% hava tey elstu 55-66 ára gomlu eitt lægri arbeiðsloysi enn miðaltalið fyri allar aldursbólkar tilsamans.
Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku sýslunum:
- Lægst er tað í Eysturoyar sýslu við 1,6% og í Vága og Norðoya sýslum við 1,8%.
- Hægst er tað í Suðuroy við 3,2%, Sandoy við 2,8% og Suðurstreym við 2,7%.
- Har í millum er Norðstreym við 2,3%.
Hetta er alt roknað fyri bæði kyn tilsamans. Men serliga í Norðstreymi, Eysturoy, Sandoyar og Suðuroyar sýslum er sera stórur munur millum kynini, tí har er arbeiðsloysið hjá monnum umleið helvtina av tí hjá kvinnum. Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Eysturoyar sýslu, har tað bert er 1,1%. Hetta sæst av myndini niðanfyri.










