TB-HB 3-14 (1-6)
Løgmanssteypið
Ikki kann sigast annað enn, at HB leikararnir fingu eina sera bleyta byrjan upp á kappingarárið, tá teir í fyrsta veruliga dystinum skuldu royna seg móti TB.
Munurin millum tær báðar bestu deildirnar er vorðin alt meira sjónligur seinnu árini, og við stórsigrinum hjá HB varð hann staðfestur við sjey-tumma seymi.
Teir ungu gera um seg
Sum skilst á leikarunum hjá HB, so var talan um ein dyst, sum fult út samsvarar við úrslitið. Tað vil siga at HB fyri tað mesta sat á øllum, men tá so allir á liðnum vildu sleppa fram at í málveitsluni, gjørdist eitt sindur rúmligari hjá heimaliðnum, sum sostatt fekk pyntað nakað um úrslitið.
Annars mundi tað vera hugaligt hjá HB viðhaldsfólkunum, at Rókur F. Jespersen eisini kom á málskjúttaralistan í hesum dystinum. Hann hevur er júst fyltur 16 ár, og hevur sostatt loyvi at spæla vaksnamannafótbólt, og eftir úrslitunum í venjingardystunum at døma, er so avgjørt talan um ein áleypara, sum fer at geva teimum reyð/svørtu viðhaldsfólkunum nógvar góðar løtur komandi árini. Líkt er sostatt til, at tann aldan av ungum leikarum, sum í fjør setti sín dám á HB liðið bara tykist at halda fram.
Tað varð beinan vegin mett, tá luturin um bólkarnar varð kastaður, at tað fóru at verða HB, B36 og GÍ sum skuldu kappast um atgongumerkini, og einki í dystinum á Sevmýru tykist at broyta nakað upp á hesa meting.
Dysturin í tølum
0-1: Bárður Mortansson 2.
0-2: Bárður Mortansson 12.
0-3: Jón Rí Jacobsen 14.
1-3: Eystein Jacobsen 15.
1-4: Hallur Danielsen 22.
1-5: Rógvi Jacobsen 29.
1-6: Jón Rói Jacobsen 42.
1-7: Bárður Mortansson 52.
1-8: Rógvi Jacobsen 54.
1-9: Rúni Nolsøe 64.
1-10: Rókur Jespersen 70.
1-11: Vagnur Mortensen 73.
1-12: Rókur Jespersen 74.
2-12: Kai Roest 78.
2-13: Rógvi Jacobsen 83.
3-13: Dan Mortensen 83.
3-14: Bárður Mortansson 90.
Dómari: Birgir Sondum










