Munurin er greiður

Munnligur fyrispurningur í tinginum í dag. Hvør er munurin millum stjórnarskipanarnevndina og nevndina viðvíkjandi kvinnuleikluti í politikki. Annita á fríðriksmørk spyr løgmann.

Eftir at Kári á Rógvi samanbar samansetingina av nevndini fyri øktari kvinnuluttøku við stjórnarskipanarnevndina, setti Annita á Fríðriksmørk, løgtingskvinna fyri Tjóðveldisflokkin, í dag løgmanni ein munnligan fyrispurning í tinginum. Har spurdi hon, hvør munurin er millum stjórnarskipanarnevndina og nevndina viðvíkjandi kvinnuleikluti í politikki.
Til hetta sigur Jóannes Eidesgaard, løgmaður, at nevndin um kvinnuleiklut er beinleiðis vald av landsstýrismanninum og hann fyriskipar virksemið hennara. Einki er lógásett um, at tingmaður skal vera valdur í nevndina. Løgtingsmenninir í stjórnarskipanarnevndini eru harafturímóti lógásettir limir í nevndini og arbeiða sjálvstøðugt, sigur hann.
 Lesa vit orðaljóðið av § 8 málsliga, so síggja vit, at valið av tingmonnunum Lisbeth L. Petersen og John Johannesen í nevndina viðvíkjani kvinnuleikluti er í beinleiðis andsøgn við § 8. Tað snýr seg um "øll álitisstørv". Bert tvær avmarkingar eru. Nevndir, sum landsstýrið ikki hevur valt, og sum landsstýrið ikki hevur eftirlit við, falla uttanfyri. Sama er, um nevndin hvílir á fólkavald umboð, sigur Jóannes Eidesgaard, sum leggur afturat, at einki stendur at lesa um, at tað er ein fyritreyt fyri, at tingmaður ikki kann vera í slíkari nevnd, at nevndin bara fæst við umsitingarligar ella avgerðarheimildir, soleiðis sum Kári á Rógvi rør upp undir.
 Tvørturímóti stendur beinleiðis, at talan er um øll álitisstørv í nevndum og ráðum. Tað stendur ikki álitisstørv í nevndum, sum hava umsitingarligar ella avgerðarheimildir. Heldur ikki stendur nakað at lesa í viðmerkingunum um, at hugsað var bara um álitisstørv í nevndum og ráðum, sum hava umsitingarligar ella avgerðarheimildir.


Sambært løgmanni og løgmannsskrivstovuni, bendir alt hinvegin øvugt á, at intentiónin við lógagreinini var, at hon fevndi um lógafyrireikandi nevndir eisini. Løgtingið hevur eftirlit við øllum virksemi hjá landsstýrinum. Tað er ikki avmarkað til at hava eftirlit við, bert hvussu landsstýrismenn útinna sítt fyrisitingarliga starv. Ætlanin var eisini, at løgtingið skuldi hava eftilit við lógarfyrireikandi arbeiðnum hjá landsstýrinum. Tað er júst hetta, sum § 8 leggur upp fyri. At eitt eftirlit hevur eftirlit við sama eftirliti, sum hevur eftirlit við sær, ber ikki til.
 Við stjórnarskipanarnevndini er støðan ein heilt onnur. Hon er sett við løgtingslóg, greiðir løgmaður frá, og leggur afturat, at løgtingslimirnir, sum eru limir, eru ikki valdir av landsstýrinum, men av flokkunum og skulu sambært lógini vera løgtingsmenn. Man kann so tulka, hvørt nevndin er undir eftirliti av landsstýrinum ella ikki. Løgtingið hevur tulkað, at nevndin er ikki undir eftirliti av landsstýrinum, tí annars hevði tingið ikki ásett, at tingmenn skuldu vera í nevndini. Løgtingið heldur seg sjálvsagt til stýrisskipanarlógina § 8, og løgmaður fer ikki og metir seg ikki hava heimild at umtulka hesa avgerð tingsins. At nevndin ikki er undir vanligum eftirliti hjá landsstýrinum sæst eisini av, at løgmaður velir formannin, men er annars bara vanligur nevndarlimir í nevndini sum, eins og aðrir nevndarlimir, má geva seg undir allar avgeðir nevndarformansins í arbeiðnum.
 Tí dugi eg ikki at síggja, at avgerðin um at velja aðrar nevndarlimir enn tingmenn í nevndina viðvíkjandi øktum kvinnuleikluti í politikki, fær nakra ávirkan á stjórnarskipanararbeiði.