Munurin er 12 mál

Føroyska landsliðið hevur tað sera trupult í Russlandi í løtuni. Heimaliðið er á odda við 12 málum í hálvleikinum.

Føroysku gestirnir komu sera illa frá byrjan, og longur eftir átta minuttum vóru vertirnir á odda 7-1. Serliga mistu okkara leikarar bóltin ov lætt í álopsspælinum. Levi Nybo hevði fleiri framúr bjargingar fyrstu løtuna, og er tað serliga takka verið málverjanum úr H71 at munurin ikki er størri.

Spakuliga bardu føroyingar seg aftur í dystin, men seinastu løtuna dragnaði aftur, soleiðis, at munurin í hálvleikinum er 12 mál.

 

HÁLVLEIKUR: Russland ? Føroyar

10 minuttir: 7-2

20 minuttir: 13-6

30 minuttir: 19-7

 

Føroysku málskjúttarnir higartil:

Finnur Hansson, Neistin, 3 mál

Regin Joensen, H71, 2 mál

Tróndur Kragesten, Neistin, 1 mál

Janus Einar Sørensen, Kyndil, 1 mál