Tá semjan um framleingjan av arbeiðsloyvum varð gjørd, merkti hetta samstundis, at virðið á teimum útlendsku ítróttarfólkum, sum longu vóru í landinum, hækkaði munandi.
Hesi vóru nevnliga komin inn, áðrenn umsitingin brádliga herdi krøvini. Og treytað av, at tey hildu seg til sama arbeiðspláss, gjørdist talan nú um lagaligar treytir fyri framleingjan.
Við øðrum orðum, so gjørdist brádliga munandi meira lokkandi hjá ítróttarfeløgunum at fáa hesi fólkini knýtt at sær, tí her var einki krav um samsýning frá felagnum. Samstundis standa hesi fólk eisini í serstøðu, tí tey hava ikki mark fyri, hvussu nógv tey kunnu forvinna aðrar vegir.










