24 oyggjar eru við til Oyggjaleikirnar í Hetlandi, men tað er stórur munur á, hvussu nógv ítróttarfólk oyggjarnar senda avstað. Vertirnir í Hetlandi hava meira fólk við enn vanligt við hesarð 241 samanlagt men tað er ikki hægsta talið, tí sambært almenna yvirlitinum hevur Guernsey ein luttakara meira. Føroyar hava umleið 120 luttakarar við. Tað er tó stórur munur á oynni við flest luttakarum og oynni við fægst luttakarum. Meðan Guernsey hevur 242 ítróttarfólk við, hevur Sark seks ítróttarfólk við, og tey taka øll lut í skjótingini. St. Helena hevur 15 ítróttarfólk við, Hitra 16 og Prince Edward Island 20.