Tey allar allar ríkastu fingu mest. So lagalig var hon, at hon fann upp ein spildurnýggjan vinnustuðul júst til hesi, og sum munar best hjá teimum, sum hava mest. Ikki er neyðugt at søkja um henda stuðul. Hann kemur púrasta av sær sjálvum og hevur fingið tað meinaleysa heitið "skattalætti" ella "karmur" ístaðin fyri stuðul. Tað ljóðar líkasum av minni. Men lítið er tað ikki. Samgongan hevur givið øllum partafeløgum ein skattalætta uppá 25%. Tí er hetta góður biti hjá teimum, sum hava mest at skatta av. Tað er ikki framleiðsluvinnan, sum fær allar mest burtur úr hesum stuðli, men heldur stóru og sterku handilsfyritøkurnar. Samgongan man hava hildið hesar hava ov trong kor at virka undir.
Bleytu virðini
við skerdan lut.
Fólkið fekk 3- 5% hægri skatt.
Borgarliga fullveldissamgongan helt teirra karm vera í so rúmsáttan.Tí gjørdi hon av, at brúka minni uppá tey. Til almanna-, heilsu- og skúlamál fer hon í 2001 at brúkta 3% minni av samlaða framleiðsluvirðinum enn fyri 10 árum síðani. Hetta ber til við
? framhaldandi at hava deildir stongdar á Landssjúkrahúsinum, sum um talan var um yvirkapasitet
? einki ellis og røktarheimspláss at útvega
? einki at gera fyri tey við skerdum førleika
? lata næmingar við serligum tørvi og teirra foreldur sigla sín egna sjógv
bara fyri at nevna nøkur.
Men ikki smæðast hesi somu at bjóða seg fram á Fólkating. Tey ætla sær at upplýsa um Føroyar. Neyvan fara tey at siga allan sannleikan. Vel tí Javnaðarflokkin.