B68-NSÍ
Tað vóru nógvir útlendingar á vøllinum á Svangaskarði sunnudagin. Á NSÍ liðnum vóru tveir. Alexander Jovevic var á miðvøllinum, og Ike, sum teir kalla hann, var í álopinum. Jugoslaviski miðvallarin hevur higartil stríðst við fleiri heimamenn um plássini á miðvøllinum. Hann hevur ikki hvørja ferð verið millum teir fyrstu ellivu. Tað hevur eisini komist av, at hann hevur verið skaðaplágaður.
Hetta var onnur ferðin, at Ike var miðframherji. Hesa ferð skoraði hann tvær ferðir, og eingin ivi er um, at hann júst er tað slagið av spælara, sum NSÍ hevur saknað fyrr í ár. Hann er skjótur, hann er góður við bóltinum, hann er skilagóður, og hann megnar nógv einsamallur.
Á B68 liðnum vóru hesa ferð fimm útlendingar. Pólski málverjin, bulgarski álopsspælarin og tveir brasiliumenn ? annar á miðvøllinum og hin í álopinum ? vóru millum teir fyrstu ellivu. Ein brasiliumaður loysti ein av sínum landsmonnum av, og bulgarin varð tikin út, tá ið teir í B68 noyddust at seta ein nýggjan vongverja í høgru á vøllin.
Tað var ikki eyðsýnt, at útlendsku spælararnir vóru framúr góðir og harvið fara at gera munin, tá ið tað skal gerast av, um B68 skal varðveita plássið í bestu deildini ella ikki. Millum veikleikarnar hjá fleiri teirra var, at teir diggaðust ov nógv við bóltinum. Hann skuldi kelast og snarast ein vegin og so hin vegin, áðrenn teir lótu hann frá sær. Harvið gjørdist uppspælið hjá B68 alt ov stirvið, og tað gekk ov seint fyri seg.
Anderson tykist megna eitt sindur einsamallur. Tað ger eingin av hinum. Í sekstan ár hevur Øssur Hansen tikið sær av mest sum øllum deyðbóltsstøðum hjá B68. Tað gjørdi hann ikki hesa ferð. Tað tóktist heilt misvísandi, at útlendingarnir fingu hesa ábyrgdina, uttan at teir á nakran hátt megnaðu at lyfta henni.










