Munur er á sjónvarpsmonnum

   

Virgar T. Dalsgaard
????????

Fyri stuttum fingu vit tey stimbrandi tíðindi, at danska TV2 hevði givið Óla Jacobsen eina treytaleysa umbering fyri, at teir høvdu borið skeiv tíðindi um føroyskar fiskimenn! Soleiðis bera rættir tíðindamenn seg at. Teir duga at biðja um fyrigeving, og tað er ofta alneyðugt hjá journalistum! Danskir sjónvarpsjournalistar hava her sýnt fyrimyndarligan etiskan atburð, sum føroyskir miðlamenn kundu lært avbera nógv av.
Vit eru sjálvandi øll fegin um, at føroyskir fiskimenn fingu hesa umbering, og vit ynskja Fiskimannafelag-num og Óla Jacobsen hjartaligu tillukku við sigrinum!
Og nú átti broddurin at verið vendur móti teimum feiku føroysku keldum, sum hava forsýnað TV2 við følskum upplýsingum um landsmenn teirra! Eingin av okkum trýr upp á harra Hermann Oskarsson ella Hoydals-feðgarnar og hvaðna minni upp á ørindadrong Tjóðveldisfloksins, harra Sjúrð Skaale. Vit kunnu tíverri heldur ikki vænta, at sjónvarpið, har tíðindasmiðurin, Øssur Winthereig ræður, fer at avdúka nakað sum helst um beistagerðir hjá tjóðveldismonnum - tvørturímóti, - vit vita, at sjónvarpið er eitt koncentrerað tjóðveldisreiður, sum antin kávar útyvir intrigurnar hjá Tjóðveldisflokkinum ella loypir tær heilt um!
Enn er ikki møguligt at avgera, um tað er ein av hesum omanfyri nevndu, sum hevur »plantað« skemdartíðindi um føroyskar fiskimenn í TV2, men tað er, ið hvussu so er, eitt faktum, at allir hesir fyrrnevndu ikki jùst álítandi søgusmiðir fleiri ferðir hava verið »gubbar« at margháttligum »upplýsing-um» í tolnum og hartroyndum donskum fjølmiðlum. - Teir hava nevniliga persónligar danskar kontaktir, sum virka sum eitt slag av lýdnum sykofantum innan fyri danska fjølmiðlaheimin. Hesir hentu donsku sykofantar verða javnliga fóðraðir við »tjóðveldistankum« og øðrum groteskum mistíðindum um føroysk viðurskifti.
Miðlastormurin í TV2 var altso stutt sagt »bestilt arbeiði« úr Føroyum! Hetta segði Óli Jacobsen eisini ógvuliga týðuliga, sjálvt um føroyskir ordamenn ignoreradu tað! Nú stendur til føroyskar journalistar og serliga til tíðindasmiðjuna í sjónvarpinum at avdúka smettararnar og finna fram á keldurnar í Føroyum! Hvørjir eru teir luskutu kollaboratørarnir?
Hvør føroyskur skølingur er so ynkiligur, at hann beinleiðis hevur bestilt hesa hetz móti sínum landsmonnum? Um ikki infantila ráðstevnan varð hildin á Christiansborg, og um ikki Oskarsson var sloppin í danska útvarpið at gorra um sítt gall móti blokkinum, ja, hvussu í allari víðu verð skuldu so danskir TV2-journalistar nakrantíd fingið áhuga fyri føroyskum fiskimonnum? Tað er nevniliga heilt ovarlaga í TV2, at føroyskir bakbítarar hava ein av sínum trúgvastu allieraðu !
Sosialurin hevði í sambandi við umberingina frá TV2 eina sjáldsama løgna oddagrein. Teir fegnast, sum vera man um, at Oli hevur fingið uppreisn, men so klikkja teir niður á danska TV2, sum júst við umrøddu umberingini hevur borið seg bæði riddarliga og sømuliga at. .
Men Sosialurin loypir heilt um, at Óli týðuliga segði, at danskir TV2-menn ikki eru beinvegis sekir í skeivum tíðindafluttningi - tann beinleiðis seki skal finnast í Føroyum. TV2 hevur einki annað gjørt enn runnið tey bakbítara-ørindi, teir vóru bestiltir til úr Føroyum!
Men munur er á miðlamonnum - hvussu ofta hevði ikki verið ynskiligt, at okkara ómansligu varparar eins og TV2 høvdu dugað at biðið um fyrigeving fyri teirra næstan regluligu mistíðindi.Tað eru ikki meiri enn slakir tríggir mánaðir síðani, at braneggjaði tíðindasmiðurin, harra Ingálvur. Olsen í eina heila viku skírdi Jóannes Eidesgaard, løgmann fyri lygnara, uttan aðra dokumentatión, enn at Ingálvur ikki maktaði simpla procentrokning. Hr. Olsen skyldar avgjørt løgmanni eina eyðmjúka bøn um fyrigeving. Men tað er slíkur mikrofondrongur valla førur fyri! Somuleiðis skyldar miðlafrúgvin, Katrin Petersen framvegis fíggjarministaranum, Bárða Nielsen eina treyta-leysa umbering fyri sína aggressivu manipulering av honum í samrøðu fyri opnum skermi á sinni.
Sjónvarp okkara hevur leingi kappast við íslendska og albanska sjónvarpið um at vera ynkiligasta og mest fordummandi medium í øllum Europa - hesa kapping hava teir vunnið, og tað eru eingi útlit til, at teir ikki koma at varðveita sína einastandandi oddastødu í ómetaliga nógv ár!