Munur er á! Nøkur orð um 8. mars

Kristianna Winther Poulsen, løgtingskvinna fyri Sjálvstýrisflokkin
----

Munirnir millum menn og kvinnur mugu varðveitast. Kynini mugu ikki gerast eins. Hendan áskoðanin var aftur og aftur at hoyra frá viðmerkjarum, tá ið Altjóða kvinnudagurin 8. mars var til viðgerðar í almennu luftbornu miðlunum. Evnið var á skrá í Vangamyndini í sjónvarpinum sjálvan kvinnudagin og í Also í útvarpinum morgunin eftir.
Tey, sum stúra fyri eini kynsútjavning, hava einki at óttast, tí í føroyska samfelagnum er á nógvum økjum framvegis stórir munir á umstøðunum hjá kynunum báðum. Og eg kann tíverri ugga tey stúrnu við, at tað ikki eru stórvegis ábendingar um, at hesir munirnir minka.

Við samleikakreppu á síðuspori
Í luftbornu miðlunum varð ført fram, at maðurin skal hava okkurt at hyggja eftir, at hann skal kunna verja kvinnuna og kunna kenna seg sum tað sterka kynið. Kvinnur, sum vilja fram, eru allarhelst í samleikakreppu, og kvinnur, sum leggja ta mestu orkuna í familjuna, kenna seg ofta happaðar av kvinnum, sum arbeiða nógv uttanfyri heimið. Kvinnan er farin út á eitt síðuspor, og tað er ikki seksut, tá ið kvinnur rulla eina tunga trillubøru. Kynini mugu ikki blandast saman, og spurningurin er, um ikki sereyðkennini fyri føroysku kvinnuna eru horvin.
Well denn! Meg lysti vita, hvørji hesi sereyðkennini hjá føroysku kvinnuni eru, og um tað yvirhøvur ber til at tosa um slík sereyðkenni. Dímunarseyðurin hevði nøkur sereyðkenni, og føroyska rossið hevði onnur sereyðkenni. Hvørgin teirra finst longur í Føroyum. Føroyska kvinnan er ikki heilt útdeyð enn, og vónandi megna vit at skapa eitt samfelag, sum gevur henni orsøk til at venda heimaftur.

Munirnir
Tungar trillibørur ella ei, á nógvum økjum eru stórur munir á monnum og kvinnum.
Lat meg nevna burturúr rúgvuni. Lønarmunir eru stórir, vita vit, hóast hendan vitanin er ófullfíggjað. Og ongar ábendingar eru um, at hesir munir minka.
Alt fleiri dreingir og ungir menn fella frá í útbúgvingarskipanini, og fara ongantíð í holt við útbúgving. Barnsburðarfarloyvið er at kalla afturlatið land fyri páparnar. Mannfólk gongur treyðugt til lækna, og konufólk dálkar sær ikki hendurnar á valdsins tindum. Tær tíma heldur ikki so væl sum mannfólk at búgva í Føroyum.
Hesir stóru munir millum kyn eru viðurskifti, ið eyðkenna okkara samfelag, um vit vilja tað ella ikki. Vit eiga at arbeiða fyri, at hesir munirnir minka, og tí er 8. mars framvegis ein viðkomandi minnisdagur.