Munur á einum stigi

Í Sundalagnum iðra tey seg um, at tey mistu trý stig, samstundis sum toftamenn fegnast um, at teir ðvi eina stiginum lyftu seg upp um strikuna

EB/Streymur hevði allar møguleikar at staðfesta sína støðu í oddinum, men tóku ikki av møguleikanum. Botnliðið B68 visti, at møguleikin var til staðar, og toftamenn eru í dag ivaleyst fegnir um eina stigi, teir fingu úr Margáum fríggjakvøldið.

Høvdu møguleikarnar
Hjá B68 var talan um ein sera týdningarmiklan dyst, har teir við at halda egið mál reint, vunnu seg upp um niðurflytingarmarkið. Hetta gjørdu teir við at spæla 0-0 í móti EB/Streymi fríggjakvøldið. Verjukempan Marni Djurhuus var leikbannaður , eftir at hava fingið sítt fimta gula kort, men missurin í honum var lítil samanborið við missin í altjóða fótbóltskappingini herfyri, tá Egil á Gø, Pauli G. Hansen, Pætur Dam Jacobsen og Arnbjørn Hansen vóru skaddir.
Ímóti dystarenda hevði innskifti Arnbjørn Hansen onkra málroynd, men eins og í góðu møguleikunum fyrr í dystinum hjá Arnari Dam og Leif Niclasen, so endaði royndin við síðuna av málinum.
Meðan sundalagsmenn iðra seg um, at teir ikki fingu trý stig til hølvdar, fegnast tey á Toftum um, ið eina stigið, ið bar tey upp um markið. Eina stigið hjá EB/Streymi kundi táverandi løtu ikki nýtast til nógv, men eftir at KÍ seinni eisini spældi javnt, merkti tað, at fjarstøðan ímillum tey bæði liðini í oddanum heldur sær.