Galapagosoyggjarnar í Kyrrahavinum eru kendar fyri teirra eyðkenda og fjølbroytta djóralív, men tað eru ikki øll djórini, sum eru líka høgt í metum.
Nú hava myndugleikarnir verið á oynni Pinzon við 12 tonsum av rottueituri, tí ætlanin er at útrudda rottuna, sum verður søgd at vera ein plága fyri hini djórini.
Tað er ikki heilt greitt, hvussu leingi rotta hevur verið á Pinzon, men tann vanliga uppfatanin er, at hon kom hagar við sjórænarum fyri nøkrum hundrað árum síðani. Tískil hevur rottan ikki somu rættindi á Galapagosoyggjunum sum tey upprunaligu djórini.










