Munur á Christian og rest

Føroyingarnir í Frem stríðast fyri bjargingini í næstbestu donsku deildini, og nýggja liðið hjá Atla Danielsen hevur tað heldur ikki hevur tað lætt. Hinvegin stórtrívast Holst og Silkeborg millum tey bestu í Danmark

Fótbóltsútisetar: Í bestu og næstbestu donsku fótbóltsdeildini spæla fimm føroyskir landsliðsleikarar. Hjá teimum er ikki einans støði, men eisini støðan ógvuliga ymisk.
Hyggja vit at toppinum í donskum fótbólti, so skulu vit ikki nógv pláss niður, áðrenn vit renna okkum í Silkeborg og Christian Lamhauge Holst. Í fjør spældu liðið og hann í næstbestu donsku deildini, men nú kappast Silkeborg og Holst um bronsuheiðursmerki í donsku fótbóltslandskappingini. Ein støða, sum kemur óvart á tey flestu.
– Vit eru sera yvirraskaðir. Ikki minst, tí vit upp á ongan máta imponeraðu seinasta kappingarár, men spæla frálíkan fótbólt nú, sigur Christian Lamhauge Holst, sum ikki vil hoyra talan um, at teir eru hepnir og tað er orsøkin til góðu gongdina.

Atli spælir við Roskilde
Gongst tað væl hjá Silkeborg og Holst, so ber ikki til at siga tað sama um støðuna hjá feløgunum hjá hinum útisetum okkara. Atli Danielsen, sum seinasta kappingarár varð kosin ársins leikari í Frem, gjørdi eitt stutt rend heim til KÍ og er nú aftur í Danmark og næstbestu deildini.
Mest upplagt vildi helst verið at farið aftur til Frem, har hann spældi í hálvttriðja ár, áðrenn hann í fjør fór heim at hjálpa barndómsfelagnum. Men eftir at Atli fór heim, vórðu bæði nevnd og venjari skift út í Frem, og tá Atli Danielsen ongantíð hoyrdi aftur frá felagnum, valdi hann at taka av tilboðnum í Roskilde.
Ein nýggj avbjóðing til landsliðsleikaran, sum tó kennir fleiri andlit aftur í Roskilde. Tríggir av hansara fyrrverandi liðfeløgum í Frem spæla nú við FC Roskilde, eins og liðið eisini hevur fyrrverandi Frem-venjaran, Anders Theil, sum hjálparvenjara.
– Støðið og umstøðurnar eru tær somu sum í Frem, og vit koma at stríðast fyri at yvirliva í deildini, sigur klaksvíkingurin í Roskilde.

Tríggir føroyingar í Frem
Beinleiðis kappingarneytar í botnstríðnum eru landsliðsliðfelagarnir Bogi Løkin, Andreas Lava Olsen og Jónas Þór Næs í fyrrverandi felagi hansara Frem.
Felags fyri teir tríggjar føroyingarnar í Frem er, at teir allir eru partur av hópinum hjá Christian Andreasen og landsliðshópinum hjá Brian Kerr. Í størri og minni mun hava teir allir verið við í venjingardystunum hjá besta liðnum, men tíverri fyri Andreas Lava Olsen rendi hann seg í ein skaða rættiliga skjótt. Hetta eftir, at hann hevði gjørt ógvuliga positivt vart við seg og skorað okkurt mál.
Men í Frem rokna tey við leirvíkinginum, eins og Bogi Løkin hevur havt ein sentralan leiklut í nógvum venjingardystum, meðan Jónas Þór Næs eisini er sloppin upp í part fyri tað mesta.

Føroyingar aðrastaðni
Umframt teir fimm landsliðsleikararnar, so finnast eisini føroyingar í øðrum feløgum í Danmark. Eitt nú spæla teir báðir Erling Jacobsen og Páll Klettskarð við Vanløse í triðbestu donsku deildini. Meðan Erling Jacobsen hevur verið nógv skaddur, so hevur tað gingið sera væl hjá Páll Klettskarð, sum hevur skorað fleiri mál í venjingardystunum.
Og í Køge roynir málverjin á U21-landsliðnum Hans Jørgensen at sleppa upp í part, har hann er skrásettur á talentliði felagsins.