Munur á at lúgva og siga ósatt

   

Bill Justinussen
løgtingsmaður
????????????

Tað er fallið løgmanni fyri bróstið at vera kallaður lygnari. Hetta er sjálvsagt hørð og ófólkalig ákæra at reisa móti landsins hægsta manni, og var tað tí ikki uttan ótta, at eg nýtti hesa orðing. Men nú hevur løgmaður sjálvur greitt frá sínum grundgevingum fyri útsøgnunum um sparingarnar í miðfyrisitingini, og so er upp til ein og hvønn at meta um sannleiksvirðið í útsøgnum løgmans.

At siga ósatt
Øll kunnu koma soleiðis fyri, at tey onkuntíð siga ósatt. Tá hendir tað sum oftast, tí tey ikki hava fult innlit og ikki vistu, at tey søgdu ósatt. Men tá man veit, at man sigur ósatt, lýgur man. Okkurt er, sum bendir á, at løgmaður ikki segði allan sannleikan, og at hann visti hetta. Í bløðunum í dag viðgongur hann, at "tað var ein politisk samanbering, hann gjørdi". Hann viðgongur, at verður samtykta fíggjarlógin fyri 2004 samanborin við veruligu nýtsluna fyri 2003, er talan um eina 3% sparing. HVÍ HOYRDIST TANN BOÐSKAPURIN IKKI Á TÍÐINDAFUNDINUM?? Kanska tí, at so var hann ikki serliga áhugaverdur meir??

Hvat er miðfyrisiting?
Tá løgmaður brúkar orðið miðfyrisiting um samlaðu játtanina til aðalráðini, so skal hetta eisini takast við fyrivarni. Tí í játtanini til aðalráðini liggja fleiri játtanir, sum ikki kunnu kallast miðfyrisiting. Nøkur dømi eru játtan til tilbúgving, ráð og nevndir, EDV-verkætlanir, ymiskt viðlíkahald, granskingarætlanir, brunaumsjón o.a. Hesar nevndu útreiðslur fara ikki til at hjálpa landsstýrismanninum við politiska og fyrisitingarliga arbeiðnum, men til aðrar uppgávur, sum av praktiskum orsøkum liggja undir aðalráðunum.

Ongi størv spard
Løgmaður hevur alment váttað, at ongi fólk verða uppsøgd í miðfyrisitingini. Sostatt er ongin ítøkilig sparing gjørd í tí, sum telur nakað í miðfyrisiting. Og tí kann av røttum verða spurt, hvat er so sera áhugavert í boðskapi løgmans.

Hví úrslit eftir 100 dagar?
Hinvegin skilji eg heldur ikki, hví løgmaður er so altráður eftir at vísa á ítøkilig úrslit teir fyrstu 100 dagarnar. Øll vita, at góður politikkur tekur tíð og góðir politikkarar ikki lata seg trýsta til skjóttfingnar loysnir í politikki. Skjótar loysnir kosta sum oftast í seinna enda, tí tá hava tær í flestu førum ikki fingið ta neyðugu búningartíðina, sum politiskar loysnir í flestu førum krevja. Heldur ikki havi eg hildið, at nakar hevur kravt løgmann og samgonguna eftir ítøkiligum politiskum úrslitum hesar fyrstu 100 dagarnar.

Samanumtikið
Um løgmaður er lygnari ella ikki er sjálvandi upp til hansara egnu samvitsku at meta um. Men at samgongan megnar at spara 3% í almennari fyrisiting er hóast alt at fegnast um, og fari eg als ikki at taka hendan heiðurin frá løgmanni. Vónandi fer tað at eydnast at halda fast um, at almenn fyrisiting má tódna saman við búskapargongini sum heild. Eg fari at enda at ynskja løgmanni hepna hond at møta teimum avbjóðingum, sum liggja fyri framman.