Tað er munur á, hvussu nógvar pengar føroyingar brúka upp á fýrverk.
Kanning, sum spyr.fo hevur gjørt fyri in.fo vísir, at munur er á aldursbólkum og økjum í landinum.
Tað eru norðoyingar, sum eru gávumyldast, eins og við jólagávunum.
Barnafamiljurnar (tey millum 25 og 44 ár) brúka sum vera man mest, og tey ungu millum 15 og 24 ár leggja ikki so nógv í fýrverk, sum vit kanska skuldu hildið.
<script id="infogram_0_fyrverk-950571075" title="Fýrverk" src="//e.infogr.am/js/embed.js?H11" type="text/javascript"></script>