Rumenia hevur altíð verið kent fyri fótbólt á høgum tekniskum støði. Og nógvir stórir profilar hava gjørt um seg á europiska fótbóltspallinum. Eitt nú kunnu nevnast nøvnum sum Georghe Hagi, Georghe Popescu, Dan Petrescu, Dorinel Munteanu og Cristian Chivu. Spælarin við flestu landsdystum er Dorinel Munteanu við 134 dystum. Hagi spældi 125 ferðir á landsliðnum og Gheorghe Popescu spældi 115 landsdystir.











