Hergeir Nielsen
løgtingsmaður
??????????????
Er løgmaður samdur við løgtingsformanninum í,
-at landið ongar strategiskar og ítøkiligar ætlanir hevur fyri 2005 og árini fram eftir
-at landið liggur í atgerðarloysi og rekur fyri vág og vind, og
-at vinnuliga, politiska og menningarliga støðan í landinum er so hættislig, at ikki ber til at seta orð á hana.
Viðmerkingar:
Fyri einum mánaða síðan sóknaðist løgtingsformaðurin alment eftir hví:
" - ongi ítøkilig áhugamál eru í Japan í løtuni."
Og hann legði afturat:
"Talan er um næststørsta búskapin í heiminum og størstu valutagoysluna í heiminum. Landsstýrið og vinnan svara løgmanni stutt og greitt! "ongi ítøkilig áhugamál í løtuni".
±
Løgtingsformaðurin sýntist lamsligin yvir, at løgmaður var so væl nøgdur, hóast atgerðarloysi í vinnuni, og staðfesti síðani:
"Og løgmaður er væl nøgdur. Sigur hetta ikki meira um okkara støði á politiska økinum, á vinnuliga økinum og á menningarliga økinum, enn ein kann lýsa við vanlig-um orðum?
Løgmaður verður tí spurdur, um hann sær seg føran fyri at seta orð á tey út av lagi hættisligu viðurskiftini á politiska, vinnuliga og menn-ingarliga økinum.
Um dagarnar sóknast so løgtingsformaðurin aftur eftir, hvørjar ætlanir Føroyar hava fyri framtíðina?
Hann sóknast ma. eftir, um ikki:
"landstýrið og stóra sterka samgongan átti at sett út í kortið og at gjørt nakað ítøkiligt og munagóð tiltøk, sum kundu flutt Føroyar fram á leiðini."
- og ásannar, at:
"tað kann ikki góðtakast, at meðan grannarnir og Europa gera skarvslop fram eftir, so skvamblar okkara sterka landstýri og okkara stóra sterka samgonga uttan mál og mið runt í egnum dunnuhyli. Her má vend koma í.."
"Føroyar hava brúk fyri strategiskum og ítøkiligum ætlanum fyri 2005 og árini fram eftir," sigur løgtingsformaður-in at enda, og staðfestir evsta parlamentariska leiðsla landsins sostatt alment, at landið onga strategi og ongar ætlanir hevur frameftir, og sostatt liggur í atgerðarloysi og rekur fyri vág og vind..









