Munnligir fyrispurningar á skrá í dag

Munnligir fyrispurningar eru á skrá, nú tingfundur verður klokkan 11 í dag.

Fleiri tingfólk hava í lesarabrøvum boðað frá, hvat tey ætla at spyrja um, og serliga javnaðarflokkurin hevur gjørt vart við seg við lesarabrøvum seinastu dagarnar.

Ingilín Didriksen Strøm fer at spyrja Helga Abrahamsen, landsstýrismann, um eftirlit við spreingievnisgoymslum í Føroyum, nú ógvisligi bresturin í Beirut skakaði allan heimin í farna mánaði.

Hendrik Old fer at spyrja løgmann, um hann visti av arbeiðsbólkinum hjá Helga Abrahamsen, ið seinasta hálva árið hevur arbeitt við elnetinum hjá SEV.

Jóannis Joensen fer at spyrja Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinnu í almannamálum, um tilboð til fólk við seinheilaskaða.

Tingfundurin byrjar klokkan 11.