Munnliga próvtøkan ikki avtikin á hesum sinni?

Ì Danmark hevur talan verið um at avtaka munnligu próvtøkurnar í fólkaskúlanum. Kommunurnar hava víst á, at eftir nýggju donsku skúlalógini skal úrtøkan hjá næmingunum javnan eftirmetast, og at próvtøkan tí sum so er virðisleys. Næmingarnir verða jú vigaðir og dømdir allatíðina. Ulla Thørnæs, undirvísingarmálaráðharri hevur tó noktað. Ongar próvtøkur verða avtiknar, sigur hon.
Í Føroyum hava vit somu skipan, har næmingarnir allatíðina verða mettir um, og vit hava havt hana nógv longri enn danir.
Oláus Jespersen, deildarleiðari á Mentamálaráðnum, sigur, at tað heilt greitt bæði eru fyrimunir og vansar við galdandi próvtøkuskipan, men at einki prát hevur verið her heima um at avtaka hana. Hann væntar tó, at tá kjakið nú er kyknað í Danmark, er tað allarhelst bert ein spurningur um tíð, áðrenn tað eisini fer at koma hendanveg.