Munkur setti eld á seg

Ein tibetanskur munkur er deyður í Kina, eftir at hann setti eld á seg. Tað siga teir almennu kinesisku fjølmiðlarnir í dag.

Hálvalmenna tíðindastovan Xinhua skrivar, at tann 40 ára gamli munkurin Nyage Sonamdrugyu setti eld á seg tíðliga gjáramorgunin í býnum Qinghai, sum er í útnyrðingspartinum av Kina. Xinhua leggur afturat, at munkurin var ein týðandi lama ella ein andaligur buddhistiskur leiðari.

Hendingin í gjár er tann fyrsta av sínum slagi í landspartinum Qinghai. Harafturímóti er hetta hent fleiri ferðir fyrr í Sichuan, og tann 40 ára gamli munkurin er tann 15., sum er deyður eftir at hava sett eld á seg tey seinastu tíggju árini, skrivar Reuters.