Munkarnir hótta hernaðarstýrið

Buddhistisku munkarnir í Myanmar leggja nú stórt trýst á hernaðarstýrið

Umleið 30.000 fólk gingu í morgun kravgongu í høvuðsstaðnum í Myanmar, Yangon, har tey kravdu, at tað harðrenda hernaðarstýrið skal leggja frá sær.

 

Fremstir í kravgonguni gingu fleiri hundrað buddhistiskir munkar. Síðani í síðstu viku hava teir gingið kravgongu í Yangon, og uttan at siga eitt orð hava teir lagt stórt trýst á hernaðarstýrið, sum teir vilja hava frá.

 

Í gjár valdu munkarnir at fara til húsini hjá andstøðuleiðaranum, Aung San Suu Kyi, sum hernaðarstýrið setti í húsavarðhald. Í 1990 vann flokkur hennara tjóðartingsvalið, men hernaðarstýrið ógildaði valið beinanvegin.

 

Politiskir eygleiðarar í Asia siga, at mótmælini hjá teimum buddhistisku munkunum koma hernaðarstýrinum sera illa við, og endin kann gerast, at generalarnir noyðast frá. Munkarnir eru høgt í metum ímillum fólk, og spurningurin er, hvussu leingi teir vanligu hermenninir megna at standa ímóti trýstinum.