Munkarnir bjóða hernaðarstýrinum av

Øll eygu heimsins eru í hesum døgum vend ímóti tí afturlatna landinum Myanmar (eisini nevnt Burma), hvørs hernaðarjunta hevur knúskað allar demokratiskar rørslur við harðari hond seinastu mongu árini. Yvirfyri teimum jarnhørðu generalunum, ið goyma seg handan stríðsvognar og alvápnaðar herdeildir, standa buddhistiskir munkar við einum boðskapi um kærleika, frið og frælsi.

Tá stjórnin í Burma um miðjan august gjørdi av at tvífalda prísin á brennievni, var brádliga ovboðið hjá einum stórum parti av burmesiska fólkinum. Beinanvegin sóust tilvildarligar mótmælisgongur kring landið, og herurin royndi at steðga mótmælandi mannamúgvunum alt fyri eitt.

Mótmælisgongurnar mentust tó spakuliga, og seinastu tíggju dagarnar hava hundraðtúsundtals fólk verið úti í gøtunum og gjørt vart við sína ónøgd við landsins leiðslu. Teir mongu buddhistisku munkarnir í landinum hava gingið á odda frá byrjan av, men teir hava nú fingið stuðul frá vanliga fólkinum eisini. Nógv bendir tí á, at fólkið í Burma tekur undir við mótmælunum, sum munkarnir hava birt uppundir.

Í skrivandi stund hevur hernaðarstýrið sent hermenn og stríðsvognar út á gøturnar at berja uppreisturin niður við táragassi og kniplum. Harumframt verða ávaringarskot latin av ímóti mannamúgvuni. Áðrenn evstamark frættu um tey fyrstu mótmælisfólkini, ið hava latið lív. Spurningurin er nú, hvussu leingi mótmælini fara at vara, og hvussu harðliga stjórnin ætlar at fara til verka.


Heimurin hyggur at

Meðan munkar, studentar og onnur vísa sína ónøgd og krevja broytingar í gøtunum í Rangoon og hinum stóru býunum í Burma, fylgja heimsins leiðarar væl við gongdini í hesum fjarskotna landinum í Fjareystri.

Amerikanski forsetin George Bush hevur longu boðað frá, at USA fer at herða tey økonomisku tiltøkini, sum USA og ES hava sett í verk ímóti Burma.

Eygleiðarar meta tó, at sanktiónir ímóti burmesiska stýrinum ongan veruligan týdning hava. Hesar sanktiónir hava verið í gildi í fleiri ár, men hernaðarstýrið er ikki viknað av hesi orsøk, og tí hava tær seinastu útmeldingarnar hjá vesturlendskum leiðarum bert symbolskan týdning. Burmesiskir útisetar vísa eisini á, at hesar sanktiónir bert raka vanliga fólkið og ikki hernaðarstýrið, sum livir fjart frá veruleikanum á gøtuni.

Bretski forsætisráðharrin, Gordon Brown, krevur, at ST-trygdarráðið verður kallað saman at viðgera støðuna í fyrrverandi bretsku koloniini. ST-trygdarráðið hevði í hyggju at samtykkja eina resolutión ímóti hernðarstýrinum í januar í ár, men Kina nýtti sín veto-rætt, og samtyktin vann tí ikki frama.


Eitt land í armóð

Burma hevur verið stýrt av herinum síðan 1962, tá herleiðslan framdi eitt kvett ímóti landsins fólkavalda stýri, og seinastu mongu árini hevur ein stórur partur av fólkinum livað í ringastu armóð.

Stjórnin í Burma nýtir nærum ein helming av allari landsins fíggjarlóg til herin. Hetta merkir sjálvandi, at lítið av pengum er eftir til heilsuverk, skúlar og útbyggingar.

Mótmælisgongurnar, sum nú eru at síggja, eru tær mest umfatandi, síðan uppreisturin í 1988, sum endaði í einum blóðbaði. Stjórnin sendi tá herin at berja mótmælini niður, og hjálparfelagsskapir mettu tá, at eini 3000 fólk lógu eftirá.

Í dag ber heimurin ótta fyri, at sama søga skal endurtaka seg, og at hernaðarleiðslan fer at nýta harðar metodur í síni roynd at teppa allar røddir, ið vága sær at krevja demokratiskar broytingar og vanlig mannarættindi. Tí hava fleiri statsleiðarar heitt á stjórnina í Burma um at vísa hóvsemi yvirfyri demonstrantunum.


Stjórnin ræðist munkarnar

Tey, sum kenna nakað til viðurskiftini í Burma, siga frá, at tað eru bert tveir stovnar, ið veruliga megna at mobilisera fólkið – tað er hernaðarstýrið og tað buddhistiska trúarsamfelagið.

Buddhistisku munkarnir eru sera høgt í metum millum manna, og tí aftrar stjórnin seg við at fara ov harðliga fram mótvegis munkunum. Avleiðingin kann nevniliga vera, at fólkið av álvara fer at venda sær frá hernaðarstýrinum, um munkarnir verða bardir niður. Stjórnin hevur eisini altíð roynt at sitið væl um sátt við andaligu leiðararnar í Burma.

Aung Naing Oo var ein av luttakarunum í uppreistrinum í 1988, og hann trýr uppá, at tað endiliga skal eydnast fólkinum at koppa generalunum.

- Eingin visti, hvat hendi í 1988. Tíðindi um tey mongu deyðu uppreistrarfólkini vórðu ikki borin kring heimin, og tí legði heimssamfelagið ikki trýst á stjórnina. Nú kunnu fólk fylgja við á internetinum, og øll verðin situr og fylgir gongdini. Tað er ein heilt onnur søga í dag, sigur Aung Naing Oo við BBC.

Hann leggur afturat, at ein annar týðandi munur kann vera, at í 1988 vóru tað studentar, ið stóðu á odda fyri uppreistrinum, men í dag eru tað buddhistisku munkarnir, sum ganga fremst, og teir kunnu møguliga loyva sær meira enn studentarnir.

Men eitt mark er tó fyri, hvat stjórnin letur sær lynda. Mánadagin boðaði hon frá, at útigonguforboð verður sett í verk, og fólk hava ikki loyvi at savnast í stórum tali. Hetta forboð hevur tó ikki verið virt, og mótmælini hava hildið fram kring landið.

Tí hevur stjórnin nú sent hermenn út á gøturnar, og seinastu tíðindini siga, at samanbrestir hava verið millum munkar og hermenn í gøtunum í Rangoon.


Kinverjar eru fjálturstungnir

Meðan vesturlendskir statsleiðarar heita á stjórnina í Burma um at vísa hóvsemi og krevja broytingar í landinum, letur Kina, sum er størsti grannin hjá Burma, ikki við seg koma. Kina er størsti handilspartnarin hjá burmesisku stjórnini og er kanska tað einasta landið, sum kann leggja veruligt trýst á stjórnina.

Kina hevur eina traditión fyri ikki at leggja seg út í innanhýsis viðurskiftir í øðrum londum, og tí noktar kinesisku leiðararnir fyri at leggja trýst á stjórnina. Kina hevur seinastu árini flutt vápn inn til Burma og veitt stjórnini diplomatiskan stuðul.

Tann stóri trupulleikin hjá kinesisku stjórnini er tó, at hon ikki vil koma í ringt ljós í altjóða samfelagnum, nú olympisku leikirnir í Peking standa fyri durum. Um stjórnin í Burma fer harðliga fram ímóti mótmælisfólkunum, verður Kina skuldsett fyri at stuðla einum harðrendum hernaðarveldi, ið kúgar fólksins vilja.

Kinesiska stjórnin leggur ómetaliga stóran dent á at skapa eitt gott altjóða image, áðrenn leikirnar í 2008. Einki skal oyðileggja ta mynd, sum kinesiska stjórnin roynir at skapa av Kina, tá landið veruliga kemur í miðdepilin í 2008. Støðan í Burma kann seta Kina í eitt ringt ljós, og hetta er stjórnin í Peking greið yvir.

Burma er eitt av teimum mest afturlatnu londunum í heiminum, og saman við Norðurkorea hevur burmesiska stjórnin megnað at hildið fólkinum í landinum í einum jarntaki. Spurningurin er, hvussu leingi hetta kann halda fram.