Tveir ungir munkar settu í morgun eld á seg í tibetanska høvuðsstaðnum Lhasa til tess at mótmæla tí kinesiska stýrinum. Tað sigur útvarpsstøðin Radio Free Asia, og kinesiska tíðindastovan Xinhua sigur, at annar av munkunum doyði av brunasárum.
Radio Free Asia sigur, at teir báðir munkarnir settu eld á seg uttan fyri Jokhang-templið, sum er miðskeiðis í Lhasa. Trygdarhermenn komu alt fyri eitt á staðið og tóku munkarnar við sær.
Hildið verður, at teir báðir ungu munkarnir vóru saman við einum bólki av ungfólki, sum vóru komin saman uttan fyri templið at mótmæla Kina, tí landið ikki vil lata tann útlagna leiðaran Dalai Lama venda aftur til Tibet.
Kina hersetti Tibet í 1950, og Dalai Lama fór av landinum í 1959.