Munkar keypt útróðrarbát

Eitt munkakleystur í Vatopedi har suðuri í Grikkalandi hevur keypt ein glastrevjabát frá islendska bátasmiðjuni Trefjar, sum er í Hafnarfirði.

Báturin, sum hevur fingið navnið "Vimatarissa", er 33 føtur langur, merktur 11 bruttotons og hevur tveir Yanmar-motorar, sum eru 440 hestar hvør. Hann hevur pláss fyri 12 fiskakørum.

Ætlanin hjá teimum griksku munkunum er, at báturin skal útvega teimum 200 monnunum í kleystrinum fisk alt árið. Ærtlandi fer "Vimatarissa" fyrsta túrin síðst í mánaðinum, og tveir ella tríggir mans skulu manna bátin, skrivar Morgunblaðið.