Munin allan vetur

– Vit hava kanska havt munin á hinum liðunum í allan vetur, sigur Ólavur Jensen, hevarin hjá SÍ, tá hann eftir dystin skuldi greiða frá, hví júst sør­vingar vóru ovastir, tá alt var liðugt.

– Kappingin var spennandi nokk so leingi, har tað ikki var avgjørt fyrr enn til allarsíðst, hvør kom í finaluna, so tað hevur ikki verið so galið. Hin­vegin var tað ikki so fínt og polerað spæl í dag, men kanska heldur rótut, tí feilir avgjørdu nokk so nógvar bóltar.
Og sjálvt um SÍ í vetur hevur verið besta liðið í bæði steypa- og landskappingini, so tað bleiv til greipuna, hevur Ólavur góð­ar vónir um framtíðina.
– Vit hava rættiliga breið­an hóp og ein ótrúliga góðan út­lending, umframt góðar ungar spælarar, so samansetingin ger helst munin, sigur hann og leggur aftrat, at hann helst eisini er við, tá kappingin byrjar aftur tíðliga í heyst: – Hugurin at halda fram er altíð góður, tá tú vinnur.
hilmarjan@sosialurin.fo