Mundu skotið Breivik

Tað var um reppið, at teir fyrstu løgreglumenninir, sum komu til Utøya, skutu Anders Behring Breivik. Løgreglumenninir vóru bangnir fyri, at tann 32 ára gamli yvirgangsmaðurin hevði eitt belti við spreingievni um miðjuna, og at hann fór at spreingja tað. Tað siga keldur í løgregluni fyri kringvarpinum NRK.

Sambært norska kringvarpinum bleiv Anders Behring Breivik tikin tveir minuttir eftir, at løgreglumenninir vóru komnir út á Utøya. Á tíðindafundi í dag segði løgreglan, at drápsmaðurin gav seg yvir uttan mótstøðu. Byrsan lá á vøllinum einar 15 metrar aftan fyri hann, tá hann gav seg yvir.