Í annaðkvøld skal Fremad Amager spæla fyrra play-off dystin um uppflyting til donsku 1. deild. Fyrra uppgerðin móti Brabrand er á útivølli, og um vikuskiftið verður heimadysturin so á skránni.
Upprunaliga hevði DBU ásett, at heimadysturin móti Brabrand skuldi spælast leygardagin. Trupulleikin hjá Fremad Amager í hesum var, at grannafelagið, B1908, hevði leigað Sundby Idrætspark til serstakt 100-ára hald. Tí søkti Fremad Amager um, at dysturin varð fluttur til sunnudag, og hetta varð játtað av DBU. Fríggjadagin komu tó kontraboð. Brabrand hevði nevnliga mótmælt avgerðini, og hetta setti Fremad Amager í trupla støðu.
- Vit stóðu í teirri støðu, at vit kanska ikki høvdu nakran heimavøll til ein dyst, sum er altavgerandi fyri, um vit flyta upp ella ikki, sigur Todi Jónsson, stjóri í Fremad Amager.
- Og tað hevði sjálvandi sett okkum í eina trupla støðu. Tú kanst ímynda tær, um eitt nú HB skuldi spælt ein avgerandi heimadyst á Argjum, tí B36 hevði okkurt hátíðarhald í Gundadali!
- Ein loysn er tó funnin á málinum. Vit hava tosað við B1908, og teir hava játtað at flyta sítt arrangemant, soleiðis at vøllurin hjá okkum er tøkur leygardagin, sigur Todi Jónsson.