Mundu blivið niðursigldir á Havnarvág

Tvær kappróðrarmanningar, sum vóru farnar ein túr við bátunum út á Havnarvág í góðveðrinum gjárkvøldið, fingu sær ein rættiligan hvøkk. Klokkan var næstan sjey í gjárkvøldið, so tað var myrkt.

Brádliga síggja tey, at eitt skip stevnir beint ímóti teimum.

Tað var Vágasteinur, sum var á veg inn á Havnina og tað var týðiligt, at teir á brúnni høvdu ikki hevði varnast kappróðrarbátarnar, tí hann helt leiðina fram um um at einki var á vási.

Tí mátti kappróðrarmanningarnar taka til áranna at rógva undan fyri ikki at verða niðursigldir.

Onki hendi, men manningarnar fingu sær ein rættiligan hvøkk, sigur løgreglan.

Kappróðrarbátarnir høvdu einki ljós, men tað er heldur ikki krav, at teir skulu hava tað.

Hinvegin er tað eitt krav, at teir skulu hava radarreflektor, sum er festur á stong, ið er minst ein metur yvir stavnarnar og harafturat skulu teir hava floytu ella blásilúður umborð.

Vit vita ikki, hvussu støðan var umborð á teimum báðum kappróðrarbátunum hesum viðvíkjandi.