Hevði høvuðsmaðurin í stóra narkamálinum frá 2002 ikki verið komin fram í ljósið innan eina viku, kundi hann sloppið undan eini rokning upp á 550.000 kr. Hetta var tað, sum Landsrætturin metti, at hann hevði forvunnið upp á at selja rúsevni í Føroyum. Men tí forðaði rætturin fyri mánadagin
Maðurin hevur framvegis ikki goldið rokningina, og um eina viku hevði málið verið fyrnað ? og so hevði hann heilt sloppið undan at goldið.
Fyri at tryggja sær at kravið ikki fall burtur, skuldi málið fyri í Føroya Rætti mánadagin við kravi um, at fyrningarfreistin varð longd.
Men tann dømdi maðurin møtti ikki í rættinum, og ákærin upplýsti fyri dómaranum, at tey høvdu ikki fingið fatur í honum at kunngera fyri honum, at hann skuldi í rættin.
Hann var hvørki at finna í Føroyum ella í Danmark.
Ákærin fekk viðhald í, at fyrningarfreistin verður longd, til maðurin er funnin. Og tá verður nýggjur rættarfundur um málið.
Aðrir miðlar hava í dag róð framundir, at einki er í hesum máli, sum Sosialurin varpaði ljós á týsdagin. Men hósdagin í næstu viku eru fimm ár síðani, at dómurin fall, sostatt var maðurin, sum er dømur sum høvuðsmaður í Føroya størsta narkomálið bara nakrar fáar dagar frá at sleppa undan at gjalda meira enn hálva millión krónur.










