Mundi rent á ex-damuna

Ein 27 ára gamal maður møtti í dag í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava sett lívið á fyrrverandi damuni í vága.

 

Tey hava havt eitt turbulent forhold eftir at tey gjørdust part í 2012, men einaferð tíðliga á sumri 2014 gjørdist liðugt millum tey.

- Vit vóru forelskaði í hvørjum øðrum, onkur rúsevni vóru blandaði upp í, og so komu svakligheitir upp í, greiddi unga kvinnan frá.

 

Ungi maðurin megnaði illa at góðtaka nýggja veruleikan og komandi árið nærmast elti hann unnustuni. Hetta elvdi einaferð til, at hann rendi á bil hennara við bili sínum, tá tey hittust í býnum. Á heysti 2015 bleiv hann dømdur fyri hetta og fyri at hava lagt eina nakna mynd av damuni út á Facebook. Tann greinin er her                                                     

Málið í rættinum í dag snúði seg um ein summardag í 2015. Gentan og beiggi hennara stóðu á Hoydalsvegnum í Havn og hugdu at eini motorsúkklu hjá einum øðrum beiggja.

 

Unga kvinnan vil vera við, at maðurin, tá hann sá hana og beiggjan, snaraði hart til høgru og stevndi beint móti teimum, áðrenn hann í evstu løtu snaraði til vinstru og út á vegin aftur.

 

Í rættinum segði hon, at hon kendi bilin aftur og sá fyrrverandi drongin í bilinum. Hon ivaðist ikki í, at hann gjørdi hetta fyri at ræða seg. Hon greiddi frá, at tá bilurin fór framvið teimum, var minni enn ein hálvur metur millum tey og bilin.

- Hann er óútrokniligur. Hann er alla tíðina eftir mær og vil gera mær fortreð, segði unga kvinnan.

 

Verjin vildi vera við, at tá bilar koma koyrandi niðan eftir Hoydalsvegnum, so hava allir beina kós móti staðnum, har tey stóðu. Síðani mugu allir snara til vinstru, tá vegurin snarar. Verjin vísti eisini á, at beint áðrenn staðið, tey stóðu, er ein vegbunga, so ferðin hjá ákærda, um tað yvirhøvur var ákærdi, sum koyrdi bilin, má hava verið avmarkað.

 

Verjin vísti eisini á, at um tey hava staðið eini tveir metrar úti á vegnum, so er einki løgið í, at tætt hevur verið millum tey og bilin. Bilurin er ein hvítur vøruvognur og hevur hann havt góðar 3,5 metrar av vegi at koyra á, um tey hava staðið tveir metrar frá vegginum.

 

Umframt hetta, var ungi maðurin ákærdur fyri at hava havt fleiri hassjplantur heima við hús, umframt turkaðar restir av hassjplantum.

 

Ákærin bað um, at maðurin fekk tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri lógarbrotini, umframt 6.000 krónur í bót. Hon bað eisini um, at hann missir koyrikortið í eitt ár.

 

Verjin hjá manninum vísti á, at maðurin seinasta árið hevur verið í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu. Av viðgerðarstovninum varð heilt greitt mælt til, at maðurin ikki varð dømdur fongsulsrevsing, men antin fekk ein treytaðan dóm, ella varð dømdur til víðari viðgerð á stovninum. Broytingin í manninum seinasta árið var kollveltandi, segði stovnurin, og óttaðist, at alt fór til spillis, um hann mátti aftur í geglið at sita.

 

Dómur fellur í næstu viku.