Tá vit siga navnið Knud Glerup, ringir óivað onkur klokka onkrastaðni, og tað er heldur ikki so løgið. Knud er sonur Jens Glerup, sum í áravís hevur verið høvuðsdómari í Statoil Kring Føroyar, men nú er fluttur niður til Danmarkar.
Umframt at hava tveir synir við, Knud og Andrias, hevði Jens eisini hesa ferð eina rúgvu av súkklarum úr Danmark við til Føroya. Og sjálvur var hann eisini við í kappingini.
Men kortini var tað sonurin, sum yvirskuggaði, tí Knud Glerup stóð seg so væl í unglingakappingini, at hann væl og virðiliga vann hana samanlagt. Í gjár var hann eisini fyrstur á mál, framman fyri ein av danskarunum, Frederik Bølle, og Jóanis Albert Nielsen, sum er úr Sandavági.
– Tað var hart at súkkla í dag, tí tað var so nógvur mjørki. Tað byrjaði annars við sól og hita í Tjørnuvík, men so bleiv kaldari og myrkari. Tað var torført at halda 50-60 kilometrar um tíman, tá sýnið bara var tíggju metrar. Tí var neyðugt at halda eitt sindur aftur, so tað skal bera til at koma fram í øllum góðum, sigur Knud Glerup, ið sjálvur var um reppið at koma illa fyri.
– Í dag vóru fleiri lomb og seyðir, ið vildu yvir um vegin, júst tá vit komu framvið, men tað gekk tíbetur uttan nakra vandastøðu. Men ta einu ferðina var eg ikki meiri enn ein hálvan metur frá at koyra ein seyð yvir, so tað kundi enda galið.
Innanhýsis millum unglingarnar var ófør kapping, og í gjár stakk Knud av frá tí síðsta kappingarneytanum á Oyggjarvegnum, og tí kom hann eisini einsamallur á mál. Hann er 17 ára gamal, so hann hevur aldur til bæði unglingar og vaksin, men hesa ferð var tað so saman við unglingunum, at hann royndi seg – og vann!