Týskland-Føroyar
Hannover:- Munurin var so hin sami, so heilt skeivt var tað ikki, segði formaðurin flennandi, tá vit fingu orðið á hann, beint sum hann kom inn um trygdardurðin í flogvøllinum í Hannover.
Dánjal sipaði við hesum til gitingina, sum hann kom við í mikudagsblaðnum, har hann segði, at hann roknaði við, at dysturin fór at enda 3-2 til týsku vertirnar.
Og tað var ikki sørt, at formaðurin var errin, tá tosið fall inn á dystin.
- Hetta úrslitið er eitt ótrúligt aktiv hjá øllum føroyingum. Ikki minst fyri ferðavinnuna. Tað kann væl vera, at vit taptu dystin, men vit fóru av vøllinum sum vinnarar, meðan týskararnir vórðu bu?aðir út av sínum egnu, og tað er í øllum førum ikki ofta, at tað er hent.
- Sjálvur sat eg við síðuna av formanninum í týska fótbóltssambandinum og ítróttarministaranum. Tá áskoðarar okkara sungu tjóðsangin letur í ítróttarministarunum, at hatta máttu teir í øllum førum klappa fyri, og so gjørdu teir tað.
VIP?arnir heiðraðu spælarunum
Tað stuttligasta var kanska, tá leikararnir eftir dystin skuldu út í eitt telt, har FSF høvdu fyrireikað ein nátturabita til teir.
- Tað var eitt telt fyri sonevndu VIP?ararnar, og so vit so fingið loyvi at hava eitt borð við endan. Tá leikararnir komu inn reistust øll hesi 300-400 fólkini, sum vóru í teltinum, og góvu leikarunum eitt klapp, og støðan var hin sama, tá døgurðin var liguður. Tað var ein heilt fantastisk uppliving, segði Dánjal Andreasen at enda.