Mundi druknað í Norðoyggjum

”Tað er ein skandala, hvussu ókendar Føroyar eru,” sigur Paul avgjørdur og heldur fram: ”Eg visti stórt sæð einki um Føroyar, áðrenn eg kom, men hetta hevur verið ein heilt ótrúliga góður túrur í Føroyum. Føroyar eru veruliga ein fjaldur dýrgripur í Atlantshavinum.”

Ein veruligur ævintýrari
Paul er 41 ára gamal og hevur júst keypt sær hús í Oslo, har hann eisini er uppvaksin. Paul hevur tó ikki nakra vanliga til­veru. Hann brúkar nevniliga meginpartin av tíðini hjá sær at ferðast og at uppliva heimin – á súklu og kajakk.
”Síðan eg var 19 ára gamal, havi eg ikki havt nakra fasta og trygga inntøkukeldu. Hesi 22 árini havi eg útvegað mær pening við at halda fyrilestrar, selja bøkur og dokumentfilmar, og ikki minst havi eg havt góðar stuðlar,” sigur Paul, men er skjótur at skoyta uppí: ”Men eg havi ikki tørv á so nógvum peningi, tí mínar útreiðslur eru sera avmarkaðar. Mann finnur ikki ein bíligari máta at ferðast uppá enn júst hesin.”
Spurdur um ein serliga minnisverdan túr svarar Paul: ”Um eg skal nevna ein túr, sum eg seint fari at gloyma, so er tað, tá eg súkklaði allan vegin frá Eldlandi - sunnasta staðið í Suðuramerika - og heilt norð til Alaska. Hetta vóru yvir 30.000 kilometrar og tók tað mær 22 mánaðir,” sigur Paul á ein tílíkan hátt, at ein fær kensluna av, at talan bert er um ein súkklutúr runt Havnina.
”Hasin túrurin er tó ikki tann drúgvasti, sum eg havi verið á. Tað var, tá eg róði við kajakk frá Oslo til Grikkalands, tók bátin yvirum til Cairo og súkklaði so heimaftur til Oslo. Eg róði alla tíðina framvið landi og fór uppá land, tá eg skuldi sova. Tann túrurin tók mær tvey og eitt hálvt ár,” sigur Paul.
”Hóast mín lívsstílur tykist ógvuliga harður fyri tey flestu, so leggi eg stóra herðslu á at hava tað gott. Mær dámar als ikki at hava tað ringt ella at skulla kenna meg illa. Føli eg, at pína byrjar at gera um seg, so slappi eg av beinanvegin,” sigur Paul.

Einsemi er eitt vælsignilsi
Er tað nakað, sum Paul er sera vanur við, so er tað einsemi. Men tað er ikki nakað, sum hann roynir at sleppa undan ella óttast. ”Fólk í dag eru sera bangin fyri at vera einsamøll. Satt at siga taki eg veruliga synd í teimum. Allir teir mongu tímarnir, sum eg havi fyri meg sjálvan, tá eg ferðist einsamallur, nýti eg sum eginterapi, har eg veruliga fái fordjúpað meg í mínum egnu tonkum,” sigur Paul.
”Tað skal tó ikki misskiljast. Eg elski at koma í samband við fólki á staðnum, har eg ferðist. Í roynd og veru síggi eg tað sum tað týdningarmiklasta at koma í samband við áhugaverd fólk, tí tá fái eg góðar og áhugaverdar nattúruupplivingar. Tað er ein fyrimunur, at ein kann bæði vera saman við og at vera uttan fólk.”

Fyrstur nakrantíð gjøgnum Mykines
Upprunaliga skuldi Paul einans vera í Føroyum í ein mánað. Men tá hann sá, hvussu nógv tað er at uppliva í Føroyum, valdi hann at útseta fráferðina, so hann kom at vera í Føroyum í tveir og ein hálvan mánað í staðin.
”Føroyar eru eitt satt paradís fyri ævintýrarar. Tá eg fari úr Føroyum aftur, hækka mínir møguleikar at blíva 42 ár,” sigur Paul skemtandi og sipar til, at hann meira enn einaferð hevur verið í stórum vanda í Føroyum.
”Orsøkin, at eg so ofta eri í lívsvanda, er, at eg altíð fari eitt stig longur, enn ráðiligt er. Eitt nú tá eg skuldi taka myndir av lundunum í Mykines, fór eg heilt ytst út á eggina fyri at fáa eina góða mynd.”
Júst Mykines er serstakliga minnisvert pláss fyri Paul.
”Mín besta uppliving í Før­oy­um er Mykines. Eg havi verið í Mykines heilar fýra ferðir. Har er so vakurt og áhugavert, at tað er allar vitjaninar vert. Eg varð heilt skelkaður, tá eg hoyrdi, at meginparturin av føroyingum ongantíð hevur verið úti í Mykinesi. Teir burdu skamma seg,” sigur Paul og ristir við høvdinum.
”Fyrstu ferð eg fór út til Myki­nesar, fór eg við kajakkini. Túrurin gekk væl, hóast hann mátti planleggjast væl við atliti til kyrrindir og streym. Men tá eg kom út til Mykinesar og sá ta lítlu og veðurútsettu havnina, segði eg í filmstólið, at tað nokk verður torførari at koma úr Mykinesi enn til Mykinesar,” sigur Paul skemtandi.
Millum Mykines og Mykines­hólm er ein grotta, sum fer allan vegin tvørtur ígjøgnum oynna. Staddur við grottumunnan hóm­ast eitt lítið ljós í hinum end­anum. Men eingin hevur nakrantíð hættað sær at fara gjøgnum hesa grottu.
”Eg helt hesa grottuna ljóða í so ótrúliga, at eg mátti sjálvur fara at hyggja eftir henni. Eg byrji við at rógva heilt tætt at munnanum. Grottan sær heilt vanllig út, til eg komi heilt tætt. Tá síggi eg við mínum egnu eygum, at ljós er fyri endan. Eg rógvi eitt lítið sindur inn í grottuna, men gloymi at taka hædd fyri, at har er streymur. Alt í einum fær streymurin fatur á mær og byrjar at draga meg inn í grottuna. Eg skilji, at tað ikki nyttar mær nakað at royna at rógva ímóti, so eg kann ikki gera annað enn at lata streymin taka meg. Hjartað bankar títtari og títtari, tí alla tíðina liggur tað í mínum tonkum, at eingin hevur nakrantíð verið gjøgnum grottuna fyrr. Umleið hundrað metrar inni byrji eg at merkja, at veggirnar smalkast, og tað er ikki stórt meir enn ein manshædd til loftið. Adrenalinið pumpar øgiligt í kroppinum hesa løtuna, tá grottan her ikki er nógv meir enn hálvan metur breið. Óneyðugt at siga nýti eg alla orku og konsentratión uppá at halda meg burtur frá veggjunum, so kajakkin ikki skal fara í sor.
Komin longur inn verður tað bølmyrkt, og nú sikti eg bara eftir ljósinum, sum einans speglast í bylgjunum. Brádliga byrjar at breiðkast aftur, kanska einar fýra metrar, og eg byrji at trúgva uppá, at tað ber til. Eftir trý hundrað metrar gjøgnum oynna ella hólman, nærkist eg hinari síðuni. Satt at siga var størsta stúranin, um eg fekk alt upp á film,” greiðir Paul frá á ein slíkan lívligan og dramatiskan hátt, at ein fær kensluna av at sjálvur at vera har.

Í havsneyð í Norðoyggjum
Dramatiski túrurin gjøgnum Myki­nes er ikki tann einasti, sum Paul hevur verið út fyri í Føroyum. Nakrar dagar eftir hendan túrin fór Paul til Hvannasunds, har hann skuldi rógva kajakk norðanfyri. Har kundi alt eisini lættliga fingið ein bráan enda.
”Eg hevði hugt eftir veður­for­søg­n­unum, og sambært teimum skuldi tað vera gott veður og góður streymur. Men sum eg rógvi úti, síggi eg, at hvørki vindur ella streymur eru, sum eg vænti. Eg helt hetta vera eitt sindur løgið, men helt á kortini. Tá eg einaferð umhugsi at venda við aftur, var tað ov seint, tí streymurin er frá landi, og tað nyttar mær einki at stríðast ímóti honum. Táið eg nærkist suðurendanum av Svínoy, vísir tað seg, at mjørki eisini kann gerast ein vandi í dag. Nú byrji eg veruliga at hugsa, hvussu eg skjótast og best kann koma í land aftur, og seti eg kós móti Klaksvík. Men hetta er ikki ein loysn, sum er betri enn næstbest, tí eg hervið skal fara tvørtur um ein øgiliga harðan fjørð, har ald­urnar kunnu vera rættiliga ógvusligar. Knappliga sum úr ongum og uttan nakra ávarðing koma nakrar risaaldur og lyfta meg eina manshædd upp,” greið­ir Paul frá á ein sera lívligan hátt.
”Nú er tað ikki aldur, sum eru størstu trupulleikarnir hjá einum kajakrógvara, men heldur er tað vindurin. Rørslurnar rundan um meg halda á í einum mynstri, sum ikki er til at forútsíggja, og eg byrji at hugsa, at her kann verða galin endi. Eg havi tó trygga frástøðu frá landi, men sýnið til oyggina fyri framman var sera avmarkað. Knappliga sum úrslit av tí óvæntaðu vindstyrkini verði eg koppaður. Har var einki at gera. Skakaður ”standi” eg á høvdinum undir sjógvi og uttan nakran sum helst møguleika at gera eina sokall­aða grønlendaravending, sum er ein ávísur teknikkur, ið ein brúkar, tá ein er undir vatnskorpuni fyri at koma undan aftur. Eg skumpi meg úr kajakkini og skilji púrt einki sum hendir. Hetta er fyrstu ferð nakrantíð eftir fleiri túsund kilometrar av kajakrógving, at eg eri koppaður. Men tað kundi vera líka mikið nú. Eg liggi í ísa­kalda sjógnum og baksist við at flyta og festa tey ymsu tingini í kajakkini øðrvísi. Avbjóðingin hjá mær nú er at koma aftur í kajakkina, sum sjálvsagt er full av sjógvi. Hesa støðuna havi eg ofta vant undir góðum umstøðum, men hetta er ikki heilt tað sama. Meðan aldurnar skola yvir meg, royni eg at finna tyngdarpunktið á kajakkini og taki so fyrst annan fótin innum, og haldi eg um árina nú, meðan hin fóturin so eisini kemur uppá pláss,” greiðir Paul frá.
”Eg klári í fyrsta umfari at stýra kajakkini, hóast hon er sera óstabil vegna allan sjógvin í henni. So hendir tað aftur! Áðrenn eg veit av, liggi eg aftur undir sjónum og byrji veruliga at fáa eina kenslu av djúpari desperatión. Ferð eftir ferð royni eg at koma í kajakkina aftur uttan úrslit, meðan veðrið leikar á við sama lag. Eg gerist eitt sindur mótfallin, men til síðst megni eg tað so. Nú ræður tað einans um at halda seg í kajakkini. Árarnar skulu fyrst og fremst nýtast til at halda javnvágina og harnæst at rógva við. Vindurin er nógvur undan, og streymurin hjálpir eisini væl til, men tað gongur sera seint framá,” sigur Paul.
”Eg royni at leita eftir eini grottu, har eg kann fáa lagt meg inn. Men tær flestu grottirnar venda móti havinum, og eru aldurnar sum oftast ógvusligari har enn á opnum havi. Sum eg fari framvið nøkrum skerum, eri eg eitt sindur nervøsur, tí koppi eg runt har, kann tað gerast lívs­hættisligt. Eitt sindur longri frammi finni eg so eina grottu vendandi móti fjørðinum. Uttan at vita, hvussu djúp hon er, leiti eg mær inn har, tí eg síggi mær ongan annan møguleika. Tað gongur, og eg fái tømt kajakkina við einum svampi. Í kajakkini eru einir 80-100 litrar av sjógvi, og tað er ótrúliga drúgt at fáa hana tømda.
Endiliga havi eg fingið ræðið á kajakkini aftur, og fari eg sera fegin og lættaður úr grottini aftur, har eg einans møti nøkrum smáum aldum, sum ikki eru nær so hóttandi sum tær undanfarnu,” sigur Paul.
”Eg fái eyga á eina bygd inni í fjørðinum og byrji eg so stillisliga og róliga at rógva móti henni. Kensluna, tá eg langt um leingi fái sett føturnar á turt aftur, kann eg ikki siga frá . Vátur, kald­ur, troyttur og útkoyrdur, men ógvuliga fegin yvir, at tað spældi væl av í síðsta enda,” sigur Paul stórsmílandi.

Til konsert í Hattarvík
Ikki allar upplivingarnar hjá Paul hava verið eins dramatiskar. Ein av teimum, sum Paul hevur verið glaðast fyri, var í Vestmanna.
”Túrin í Vestmanna gloymi eg ongantíð. Eg hevði hoyrt um ein bólk av kvinnum, sum ofta fara ein túr á bláman at svimja. Hetta helt eg ljóða sera spennandi, serliga tá eg nú eri ógiftur,” sigur Paul við einum smíli.
”Sjálvsagt var tað kalt at svimja, men tað bilti einki. Har vóru einar 20 kvinnur í so at siga øllum aldri, men eingir menn. Tá eg spurdi tær, hvar menninir vóru, søgdu tær, at teir hildu tað vera ov kalt. Tað er ikki so løgið, at her er undirskot av kvinnum í Føroyum, tá menninir lata ein tílíkan møguleika fara framvið borðinum,” sigur Paul flennandi.
Paul dámar væl at koma í samband við mentanina á stað­num, har hann er og ferðast. Tað fekk hann eisini møguleika til í Føroyum.
”Eg hevði eisini tann framí­hjá­rætt at sleppa at ferðast við Kristian Black og hansara ork­estri. Vit gjørdu ein túr til Fugl­oyar, har vit spældu í kirkjuni. Tað var ein sera góð konsert, men hetta var fyrstu ferð, at eg havi upplivað, at tað vóru fýra ferðir so nógv fólk, sum framførdu enn sum lýddu á,” sigur Paul.
”Tann føroyski maturin er held­ur ikki at forsmáa. Eg elski at royna tann lokala matin, og eri eg ikki vónbrotin av tí føroyska. Tak eitt nú ræstan fisk, tað luktar av kirkjugarði, men smakkar himmalskt,” sigur Paul avgjørdur.

Føroyingar eru smædnir
Gløgt er gestsins eyga verður ofta tikið til. Paul hevur eisini sínar meiningar um føroyingar.
”Føroyingar eru als ikki so gest­a­blíðir, sum teir sjálvir ofta vilja vera við.” So bersøgin er Paul og heldur fram ”Á ólavsøku, um tú ert fremmandur og ikki kennir eina sál, hvussu nógv heldur tú koma at tosa við teg? Ikki ein tann einasti ein. Um ein ikki sjálv­ur tekur intiativ, so kemur ein at vera ógvuliga einsamur í Føroyum. Føroyingar eru rættiliga smædnir.”
”Men,” er Paul skjótur at skoyta uppí, ”tú finnir ikki blíðari fólk enn føroyingar. So skjótt sum ein sjálvur hevur tikið fyrsta stigið, so eru føroyingar sera hjálpsamir. Til dømis finnir tú ikki fleiri lond í heiminum, har tú kanst tumla og verða tikin uppí tann fyrsta bilin, sum koyrir framvið..
”Ólavsøkuaftan vildi eg sleppa at taka eitt sindur av filmi av kappróðrinum. Eg valdi tí at spyrja Kringvarpið, um eg kundi sleppa við í teirra bát. Áðrenn eg var liðugur at tosa, høvdu tey longu givið mær loyvi,” sigur Paul.
”Skal eg tó koma við einum kritikki afturrat mótvegis før­oy­ingum, so er tað, at teir eru alt ov dovnir. Eitt vanligt gerandiskvøld sær man alt ov fá fólk til gongu í býnum. Eg havi varhugan av, at teir bara sita inni. Ein maður segði mær, at føroyingum dáma best at búgva so stutt frá arbeiðsplássinum, at tað ber til at fara til gongu, men kortini koyra hagar,” sigur Paul og ristir við høvdinum.

Vildi síggja grindadráp
Meðan Paul hevur verið í Før­oy­um, hevur hann upplivað nærum alla ta føroysku mentanina. Tó er tað eitt, sum Paul ynskti sera innaliga at uppliva, men sum tíverri ikki lat seg gera.
”Grindadráp. Eg eri so argur yvir, at eg ikki slapp at uppliva grindadráp. Eg vónaði og vónaði, at tað mátti henda, meðan eg var her, men hepnið var ikki við mær hesa ferð. Tað má so bíða inntil mína næstu ferð til Føroya,” sigur Paul at enda.
Tey, sum hava hug til at fylgja við ferðunum hjá Paul, eru væl­komin at fara inn á heima­síðu hansara, sum er www.paulsplanet.no, har hann á ein ógvuliga livandi og undirhaldandi hátt greiðir frá sínum ferðum og upplivingum bæði í orðum og myndum.