Frá 2006 til 2007 vaks miðalbrúkaraprístalið 3,6 prosent. Hetta er væl størri ársmiðal prísvøkstur enn frá 2005 til 2006, tá vøksturin var 1,5 prosent. Munurin stavar serliga frá hækkandi matvøruprísum og vaksandi býlisútreiðslum seinastu ársfjórðingarnar.
?Frá 3. til 4. ársfjórðing 2007 vaks brúkaraprístalið 1,9 prosent. Og seinasta árið, frá fjórða ársfjórðingi 2006 til fjórða ársfjórðing 2007, vaks brúkaraprístalið 5,5 prosent.
Frá 2006 til 2007 vaks miðalbrúkaraprístalið 3,6 prosent. Tað er í mesta mun rentuhækkingar og dýrkandi matvørur, sum hava togað ársmiðal prísvøksturin upp.
Eftir stóra rentufallið í 2006 er rentan hækkað somikið aftur í 2007, at vísitalið fyri rentuna á íbúðalánum vísir ein ársmiðalvøkstur upp á góð 33 prosent frá 2006 til 2007. Fyri býli samanlagt hevur ársmiðalvøksturin verið 12 prosent.
Ársmiðalprísirnir á matvørum vóru í 2007 4,3 prosent hægri enn í 2006. Tað eru serliga prísirnir á breyði og kornvørum, kjøti, mjólk, osti, eggum og grønmeti, sum ávirka matvøruprístalið uppeftir.
4. ársfjórðing 2007 vóru brúkaraprísirnir í miðal 5,5 prosent hægri enn sama ársfjórðing í 2006. Hetta er størsti árligi prístalsvøkstur síðan 1993.
Eisini prísirnir í øllum matvørubólkum eru hækkaðir seinasta árið, samanlagt eru matvøruprísirnir farnir 6 prosent upp.?Tað er í stóran mun prísvøksturin seinasta ársfjórðingin í 2007, sum togar upp. Frá 3. til 4. ársfjórðing 2007 hækkaði brúkaraprístalið 1,9 prosent, úr 110,2 til 112,3.
Seinasta ársfjórðingin er prístalið fyri býli farið 5,2 prosent upp, fyri matvørur 1,7 prosent og fyri flutning 1,5 prosent, skrivar Hagstova Føroya á síni heimasíðu.










