Munandi størri ferðsla um Lorvíksfjørð

Teir 11 dagarnar Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð vóru 2500 akfør og 8855 ferðafólk

Strandfaraskip Landsins hava gjørt eitt hagtalsyvirlit fyri tíðina, tá danska ferjan, Ane Læse, var avloysaraskip á Lorvíksfjarðaleiðini.

Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð, meðan Dúgvan var á sleipistøð.

Í tíðarskeiðinum frá 24. november til 4. desember flutt Ane Læsø 1097 akfør og 2416 bilar. Størsti flutningurin í ein dag var 137 akfør og 298 ferðandi.

Samstundis sum Ane Læsø sigldi millum Klaksvík og Fuglafjørð, røkti gamla Ternan siglingina millum Klaksvík og Lorvík.

Tey bæði skipini fluttu samanlagt hesar 11 dagar 2499 akfør og 8855 ferðandi.

Samanborið við sama tíðarskeið í fjør var talan um 1218 fleiri ferðandi og 82 fleiri akfør.

Strandferðslan var sum heild væl nøgd við Ane Læsø.