Sammett við 2008 fella føroysku skattainntøkurnar áhaldandi. Bara í oktober var fallið meira enn 10 milliónir. Seinastu skattahagtølini frá Taks staðfesta fallið, sum føroyski búskapurin framhaldandi er í.
Og tað eru serliga kommunurnar, sum eru hart raktar. Fyrstu 10 mánaðirnar í ár er kommunala skattainntøkan minkað úr 1.098 mió kr. í 1.064 mió kr. Minkingin er nærum 35 milliónir, sum svara til eitt fall upp á 3,15 %.
Í sama tíðarskeiðið eru inntøkurnar hjá landinum eisini minkaðar ? men tó langt ífrá í sama mun. Føroyingar hava fyrstu 10 mánaðirnar í ár rindað 1.136 mió kr. í landsskatti, og tað eru knappar 17 milliónir minni enn í fjør. Eitt fall, sum svarar til 1,47%.









