Munandi minni hall

Munandi størri útflutningur og heldur minni innflutningur gjørdu, at hallið á grønlendska handilsjavnanum var munandi minni fyrsta ársfjórðing í ár enn sama tíðarskeið í fjør.

Tølini hjá hagstovuni í Nuuk vísa, at útflutningurin tríggjar teir fyrstu mánaðirnar í ár var 524 milliónir krónur, sum er 183 milliónir ella 52,4 prosent meiri enn somu mánaðir í 2010. Hinvegin minkaði innflutningurin. Hann var 633 milliónir krónur ella 78 milliónir minni enn fyrsta ársfjórðing í fjør.

Hallið á handilsjavnanum var sostatt 109 milliónir krónur fyrsta ársfjórðing samanborið við 261 milliónir somu mánaðir í 2010, skrivar KNR.