Í kvøld á midnátt kemur klippikortskipanin í gildi í ferðsluni og bilførarar skulu nú venja seg við, at vandamikil atburður í ferðsluni økir munandi um vandan fyri at missa
koyrikortið. Í kvøld á midnátt kemur klippikortskipanin í gildi. Aftrat vanligu sektunum og revsingunum annars skulu bilførarar nú venja seg við, at vandamikil atburður í ferðsluni økir um vandan fyri at missa koyrikortið.
Dømi um brot, ið geva klipp, eru koyring við ov nógvari ferð, koyring ov tætt við akfarið frammanfyri og koyring við børnum, ið ikki sita í trygdarbelti.
Tann, sum í trý ár fremur trý brot, ið geva klipp, missur koyrikortið treytað. Tey, ið hava havt koyrikort styttri enn trý ár, hava bert tvey klipp at taka av.
At missa koyrikortið treytað, merkir, at áðrenn tríggir mánaðir eru farnir, skal viðkomandi upp til nýggja koyriroynd og teoriroynd.
Stendur viðkomandi ikki royndina, verður koyrikortið tikið.
Men hóast viðkomandi stendur royndina, eru ikki allar súðir syftar fyri tað, tí tað er
eisini ein treyt, at viðkomandi tey næstu trý árini, ikki ger so groft brot á ferðslulógina, at tað av sær sjálvum hevði ført við sær eina treytaða ella treytaleysa frádøming.
Tey 3 árini eru sostatt ein royndartíð.
- Men um viðkomandi í trý ára royndartíðini, fremur eitt nýtt brot, sum av sær sjálvum ?bert? førir við sær eina treytaða frádøming, so verður koyrikortið frádømt treytaleyst í minsta lagi 6 mánaðir
Ein serstøk kunnandi heimasíða, www.klippikort.fo, er gjørd í samband
við nýggju skipanina.
Har ber til at lesa meiri um skipanina.
Ein faldari verður eisini borin í hvørt hús í næstum










