Munandi hækking av viðbót til pensjonistar

Umframt tær stóru hækk­ingarnar í Samhaldsfasta er tað eitt politiskt ynski hjá samgonguni at betra um viðurskiftini hjá pensjon­istum, sum eru ringast fyri fíggjarliga. Seinastu trý árini er oljuprísurin hækk­aður umleið 45%. Tí vilja landsstýrismaðurin og sam­gongan bøta um henda stóra prísvøksturin, soleið­is at viðbótin fyri ávísar pensjonistar (fyrr kallað brenni- og samskiftis­studn­ingur) verður hækkað minst líka nógv sum oljuprísurin.

Hans Pauli Strøm

landsstýrismaður

 

Tí hevur landsstýris­mað­urin lagt uppskot fram á ting um at hækka viðbótina til ávísar pensjonistar upp í 6.924 kr. um árið. Hetta er ein hækking frá 4.572 kr. í 2004 til 6.924 kr. frá 1. jan. 2008, tvs. ein hækking uppá 51%.

Hetta er ein viðbót, sum serliga er til gagns fyri pensjonistar við ongari ella bert lítlari aðrari inntøku enn pensjónina. Treytin fyri at fáa viðbótina er at stakur pensjonistur ikki hevur hægri ársinntøku umframt pensjónina enn 60.000 kr., og at giftur pensjonistur saman við hjúnafelaga ikki hevur hægri inntøku enn 80.000 kr. Viðbótin er so, at giftir pensjonistar fáa eina veiting í felag.

Tað eru eini 3.500 fólk, ið fáa hesa serligu viðbót. Útreiðslan til hesa hækk­ingina er umleið 4 mió. kr. og er tikin við í fíggjarlóg­aruppskotinum fyri 2008.

Uppskotið var til 1. við­gerð á løgtingi tórsdagin 25. okt., og tóku allir flokkar væl undir við uppskotinum.