Munandi fleiri bilar skrásettir í ár

Akstovan hevur í dag kunngjørt hagtølini fyri skráseting av nýggjum akførum, og sigast má, at góðu tíðirnar síggjast aftur í bilasøluni her á landi.

Tilsamans vórðu 175 fleiri akfør skrásett fyrstu seks mánaðirnar í ár samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Í fjør vórðu 1569 akfør skrásett frá januar til juni, meðan talið í ár er 1744 - ein øking upp á 11,5 prosent.

Nógv tann størsti parturin er persónbilar. Fyrstu seks mánaðirnar í fjør vórðu 1181 nýggir persónbilar skrásettir, men tað talið í ár er 1299 - ein øking upp á 118 persónbilar ella sløk 10 prosent.

Lutfalsliga størsta økingin er í skrásetingini av kampingvognum. Í fjør vóru 4 nýggir kampingvognar skrásettir fyrstu seks mánaðirnar, meðan tað talið í ár er 9 - ein øking á 125 prosent.

Eisini eru nógv fleiri prutl skrásett í ár enn í fjør. Í fjør vórðu 44 prutl skrásett fyrstu seks mánaðirnar, meðan talið fyrstu seks mánaðirnar í ár er 68. Tað er ein øking á 24 prutl, ella 54,5%.